Kongo-Kinshasa, eisini rópt Fólkaræðiliga Lýðveldi Kongo, hevur mark ímóti níggju londum. Tað er næstan avbyrgt frá sjónum, bara ein lítil nasi er út ímóti sjónum við ósan í Kongoá. Kongoá er sum ein ovurstórur bugur ígjøgnum alt landið og er sjálv lívæðrin í landinum. Veðurlagið er lýtt og slavið, mesta fólkið livir av landbúnaði. Síðan Kongo-Kinshasa sleit frá Belgia í 1960, hava borgarakríggj og harðrent einaræðisstýrið plágað landið. Hesir tvørleikar og fallandi prísur á útflutningsvørum hava gjørt, at Kongo-Kinshasa er av fátækastu londum í heiminum.
Kongo-Kinshasa er eyðkent fyri sermerktu list sína. Kubafólkið miðskeiðis í landinum nýtir skeljar, perlur og raffia - tægrir úr pálmabløðum, tá ið tey gera mátingarmynstur. Eitt nú verða høvdingaskortar gjørdir. Tá ið høvdingurin er í honum, fær hann part av máttinum, ið er í einum miklum anda.
Fram við allari Kongoá eru havnir og handilsstaðir. Handlar, ið selja bátaútgerð og landbúnaðaramboð, eru síð um síð við marknaðir, hagar fólk úr bygdunum við ánna koma at selja vørur sínar. Marknaðir eru ikki bara á landi. Mong fólk selja grønmeti og feskan fisk beinleiðis úr bátinum.
Fólkið her nevnir Kongoá Zaireá. Hon er av longstu áum í heiminum; átøk einum øvutum hestaskógvi rennur hon ígjøgnum alt Kongo-Kinshasa og er týdningarmesti flutningsvegur í landinum. Kongoá rennur fyrst norður um og síðan suður um aftur Miðkring. Fólk sigla á ánni bæði við maskinbátum og holaðum viðarbulum. Sumstaðni eru stórir bátar riggaðir til sum sjúkrahús ella drykkjustovur. Nógvur fiskur verður veiddur í ánni og etin, og fram við allari ánni er fruktagóð landbúnaðarjørð.
Stór byrging er løgd um Kongoá við býin Inga. Stórt orkuverk er gjørt við byrgingina.
Námsvinnan í Kongo-Kinshasa verður helst støðið undir betri korum í framtíðini. Har eru ovurstórar kopar-, kobolt-, gull-, silvur- og uranlindir, og í havbotninum er olja. Koparvinnan er ógvuliga týdningarmikil vinna; men tá ið koparprísurin fall í 1970-árunum, kom tað landinum so illa við, at tað fór á húsagang.