Madagaskar er úti fyri eysturstrond Afrika. Alt síðan frumøld hevur oyggin verið avbyrgd frá øðrum londum, og tí eru plantur og dýr her, sum ikki eru nakra aðrastaðni í heiminum. Flestu fólk í Madagaskar eru bøndur, sum hvørt ár rudda sær eitt stykki at velta í. Týdningarmesta útflutningsvøran er vanilja, ið verður nýtt til ís, koladrykkir og køkubakstur. Siður er, at konufólkini hava prýðiligt og margbroytt hársnið, ið vísir, hvørji bygd tey eru úr.