Meksiko er fjølbroytt land, og einaferð vóru stórar og framkomnar mentanir í landinum, t.d. maya- og astekmentanin. Tá ið spaniamenn komu hagar í fyrru helvt í 16. øld, týndu teir hesi gomlu ríki og ráddu í landinum, til tað tók loysing frá Spania í 1821. Enn liva indiánsk fólkasløg í Meksiko, men mesta fólkið er mestitsar - fólk ættað frá sponsku niðursetufólkunum og indiánum. Um helvtin av fólkinum er undir 19 ár, og fólkið fjølgast ógvuliga skjótt. Tað hevur við sær, at ov nógv fólk verður í býunum. Avmarkað dyrkilendi er í Meksiko, og landið er ikki ført fyri at útvega nóg mikið av mati til alt fólkið.
Um 20 milliónir fólk búgva í Meksikobýi, sum er ímillum størstu býir í heiminum. Men nógva fólkið og tað, at býurin er høgt uppi og ímillum fjøll, ger, at roykur frá bilum og verksmiðjum verður liggjandi yvir býnum og dálkar luftina. Meksikobýur er ovfólkaður, og har er eisini stórur vandi fyri jarðskjálvta. Í 1985 oyðilegði harður jarðskjálvti miðbýin; 10.000 fólk doyðu. Kendasta gøtan í Meksikobýi er breiða Paseo de la Reforma við høgum húsum, kaffistovum og sjónleikarhúsum.
Landslagið í Meksiko er fjølbroytt. Fyri norðan eru víðar oyðimerkur, í miðjum landi fjøll við kava á og stórur háslætti og tropiskur regnskógur fyri sunnan. Í Sonoran-oyðimørkini, sum gongur norður í USA veksur stórvaksin saguarokaktus, og her eru vandamikil dýr, sum til dømis glintormar og sporðdrekar.
Ferðamannavinnan er ein av størstu inntøkukeldunum í Meksiko. Fólk koma úr øllum heiminum at síggja Chichén Itzá, Tenochtitlán, Palenque og aðrar býir úr gomlum døgum, sum blómaðu í Mayaríkinum og Astekaríkinum. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í frítíðarbýunum Acapulco og Cancun draga eisini mong ferðafólk til sín.
Tætt sunnan fyri markið móti USA eru einar 2.000 verksmiðjur, kallaðar maquiladoras. Her verða bilar, teldur, skógvar og aðrar hálvlidnar vørur savnaðar og gjørdar lidnar, næstan alt verður flutt út.