Mitt inni í Afrika er Miðafrikalýðveldið. Norðari partur er turrur og berligur, syðri partur er vátur og avtakin við regnskógi. Turkur og politiskur ófriður hava elvt til svára neyð. Í 1965 kom ræðslustýrið hjá Bokassa keisara til valdið, og tá ið hann mátti rýma av landinum, tók hernaðarstyri við. Fyrstu ferð, fólkið slapp at velja stýri sítt, var í 1993; men búskapurin í landinum liggur framvegis í skeljum, og landið er eitt tað fátækasta í heiminum.
Stórur partur av inntøkunum í landinum er av diamantvinnuni. Her eru eisini góðir møguleikar at menna aðra vinnu, tí bæði gull, jarn, kopar og uran eru í jørðini. Stór vantflóð í regntíðini er kortini stórur bági fyri allari námsvinnu.
Miðafrikalýðveldið kemur ikki út til havið - har er eingin strond, eingin jarnbreyt og asfalteraðu vegirnir fáir. Tí er mesti flutningurin og mesta sambandi ímillum fólk eftir áunum. Næstan tríggir fjórðingar av allari vøru verða fluttir eftir áum og veitum, sum tilsamans eru 7.000 km langar. Mesta útflutningsvøran verður flutt til Brazzaville í Kongo-Brazzaville og haðan koyrd við toki út til havnabýir á strondini við Atlantshav.
Langt inni í skóginum í Miðafrikalýðveldinum kanst tú koma fram á lágar smáttur av bananbløðum. Her halda fólk til, ið verða nevnd pygmear, tí at tey eru so lágvaskin - sjáldan hægri enn 150 sentimetrar. Pygmear liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær av teirri føði, teir veiða og savna í regnskóginum. Teir eru gott dømi um fólk, ið liva í samljóði við náttúruna og skaða ikki lendið sítt.