Nepal
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999. Indiska meginlandiðUttan um Indiska meginlandið eru trý høv: Arabiahav, Indiahav og Bengalhav. Fyri norðan eru hini ovurstóru Himaleiafjøllini. Indiska meginlandið er ógvuliga fjølbygt, og her býr um 1/5 av øllum fólki í heiminum. Nógv størsta landið er India, so Pakistan, Bangladesj, Nepal, oyggin Sri Lanka og lítla landið Butan. Mangan hevur verið ófriðarligt í indiska meginlandinum, og tað hevur mangan verið álopið uttaneftir. Í 19. og til miðju 20. øld var alt økið uttan Nepal og Butan bretskt hjáland. Stórur munur er á landslagnum og veðurlagnum, kavatakt fjøll fyri norðan, turrar sandoyðimerkur í útnyrðingspartinum og tropiskur regnskógur fyri sunnan. Meginparturin av fólkinum í indiska meginlandinum býr á bygd og livir av landbúnaði. Bara í India eru 500.000 bygdir, og her búgva um 70% av fólkinum. Nakrar bygdir eru heilt smáar, í øðrum búgva mong túsund fólk. Flestu ættir hava búð í somu bygd í øldir og hava latið ættarliði eftir ættarliði kunnleika og royndir sínar. Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða. | ||||||||||||||||||||