Hetta lítla fjølbygda landið verður stundum eisini nevnt Háland, sum er navnið á tveimum landspørtum í norðara parti í landinum. Í 16. og 17. øld sigldu niðurlendskir sjófarar og keypmenn burtur í fjarskotin lond at finna ríkidømi. Niðurlendingar tóku mong hjálond, og niðurlendska hjálandaríkið var úr Landsynningsásia til Amerika. Handil hevur enn stóran týdning í Niðurlondum; mong fleirtjóðafeløg eru niðurlendsk, og vinningurin hjá hesum feløgum er helvtin av inntøkum landsins. Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan.
Niðurlendingar eru eitt blandað (heterogent) fólk. Mong fólk úr gomlu niðurlendsku hjálondunum í Landsynningsásia og Suðuramerika búsettu seg í Niðurlondum í 1940- og 1950-árunum. Tilflytingin helt fram í 1960-árunum, tá ið mangir fremmandaverkamenn úr Suðurevropa, Marokko og Turkalandi komu til Niðurlanda. Tilflutta fólkið er nú fimtingurin av fólkinum í teimum stóru býunum. Tey flestu hava niðurlendskan ríkisborgararætt. Niðurlendingar eru erpnir av frílynta tilflytara-og flóttafólkapolitikki sínum.
Um triðingur av Niðurlondum hevur áður staðið i sjógvi. Meginparturin av hesum lendinum verður nýttur sum akurlendi og beiti; men ein fjórðingur av tí er nýtt til byggilendi, vegir og fríøki. Av tí at stórur partur av landinum er ájavnt sjóvarmálan ella undir, er mangan stórur vandi fyri vatnflóð. Til tess at forða fyri hesum eru gjørdar ovurstórar byrgingar, og ógvuliga væl verður fylgt við, hvussu høgt sjógvurin stendur.
Amsterdam
Hesin søguligi býur er høvuðsstaður í Niðurlondum, og hagar koma mong ferðafólk. Í 17. øld var Amsterdam uppi í øllum heimshandli. Múgvandi keypmenn lótu grava siglingarveitir, sum krossskera seg ígjøgnum býin, og bygdu høgu, smølu húsini, ið standa fram við veitunum. Nú á døgum er Amsterdam heimsgitin miðdepil fyri diamantbrýning.