Í Nigeria eru fleiri enn 250 fólkasløg. Fjølmentastu fólkasløgini eru hausa-fulani fyri norðan, yoruba fyri vestan og ibo fyri eystan. Nigeria kundi verið ríkt, tí at har eru nógv olja, gass og steinsløg, og har er nógv góð landbúnaðarjørð. Knappliga 150 milliónir fólk búgva í Nigeria, meiri enn í nøkrum øðrum landi í Afrika; sum heild er fólkið betur útbúgvið enn nógvastaðni í heimspartinum. Men eitt hernaðarkvett fyri og annað eftir og stríð ímillum fólkasløgini birtu í borgarakríggj í 1967. Nú stríðist Nigeria við at gjalda aftur ovurstóru uttanlandsskuld sína og at menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.
Býurin Lagos er á eini oyggj beint úti fyri strondina í útsynningspartinum í Nigeria. Fyrstu fólk, ið búsettu seg í oynni, vóru yorubar, ið komu higar í 15. øld. Býurin vaks skjótt og gjørdist stórur handilsstaður, tá ið evropearar komu til Afrika. Tá ið Nigeria loysti í 1960, gjørdist Lagos høvuðsstaður í landinum; í 1992 gjørdist Abuja, inni í landinum, høvuðsstaður. Men enn er Lagos størsti býur.
Oljuvinnan í Nigeria tók seg upp í 1956, og 20 ár var oljan høvuðsstuðulin undir øllum búskapinum í landinum. Nú eru 98% av útflutninginum olja og gass. Oljan í Nigeria er rein og góð, og tí er hon væl egnað at gera til brennievni í flogførum. Men tað er ógvuliga svikaligt, at búskapurin í einum landi hevur bara ein rávøra at líta á. Tá ið oljuprísurin fall í 1980-árunum kom Nigeria í svára búskaparkreppu. Nú verður roynt at menna annan ídnað, so at landið hevur fleiri stuðlar at standa á búskaparliga.
Í 1990-árunum vóru lagdar inn stórar gróðrarlundir nógvastaðni í Nigeria, har ymisk grøði, mest ætlað til útflutnings, verður dyrkað. Her verður arbeitt við maskinum og dyrkað verða t.d. bummull, kaffi, sukur, kakao og oljupálmar. Nigeria er tað land í heiminum, sum ger mestu pálmaoljuna. Pálmaoljan verður nýtt til margarin, matolju, sápu, kertiljós og máling.
Í Nigeria eru mangir átrúnaðir. Í norðara parti í landinum eru flestu fólk muslimar; tað vóru arabiskir keypmenn úr Norðurafrika, ið bóru trúnna hagar við sær í 11. øld. Átrúnaðarligar høgtíðir eru vanligar - t.d. sallahskrúðgongan, ið siður er at ganga, tá ið islamski føstumánaðurin, ramadan, er úti. Fimm hundrað ár seinni høvdu keypmenn úr Evropa kristindómin við sær, tá ið teir komu til Suðurnigeria. Afrikanskir átrúnaðir eru eisini vanligir í Nigeria.
Flestir bøndur í Nigeria eiga smáar ognargarðar. Teir velta jørðina við hakkara, træplógvi og øðrum einføldum amboðum. Til egna nýtslu verða velt maniok, rís, jamsrót og mais. Kakao, pálmaolja, gummi og jarðnøtir verða dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir í Nigeria hava lagt stóran dent á búnaðin í lundunum, verður enn mesta grøðin, ið verður flutt út, dyrkað á smáu ognargørðunum.
Flestir nigerianar liva alt lív sítt í heimbygdini, hóast teir fara í býin at arbeiða og læra eitt skifti í lívinum. Fólkið á bygd livir mest av jørðini, men har eru eisini smiðir, snikkarar og fólk, ið duga á at skyna heimaráðum. Bygdarfólkini eru mest sum sjálvbjargin: tey dyrka næstan alt, tey eta, byggja sjálv hús síni, veva og virka klæði og gera leiríløt at matgera í. Tað, tey ikki gera sjálv, verður keypt fyri peningin, tey fáa fyri tær vørur, sum tey selja á bygdarmarknaðinum.
Mong ung fólk fara til stórbýirnar at læra ella arbeiða og senda foreldrum og systkjum pening, tá ið landbúnaðurin gevur ov lítið av sær. Peningurin verður ofta nýttur at keypa mat ella skúlabøkur fyri til eitt barn, sum gongur í skúla. Tá ið tey ungu eru liðug at læra, ella tey hava lagt nóg mikið av peningi til síðis, fara tey heim aftur í heimbygdina.
Yourubafólkið Útsynningsnigeria dugir væl at lita klæði, ið tey prýða við fjølbroyttum mynstrum. Tey nýta litevni úr náttúruni. Klæðini verða vanliga litað í stórum leirkørum. Hausafólkið í Kano í Norðurnigeria hevur grivið og stoypt stórar litingarbrunnar niður í jørðina at lita í.