Nýsæland er um 1.5000 km í ein landsynning úr Avstralia. Landið er mest sum bara tvær stórar oyggjar - Norðuroy og Suðuroy, men eisini eru fleiri smáar oyggjar. Í Norðuroy er veðurlagið lýtt og milt, og har eru mong gosfjøll. Í Suðuroy er kaldari, og har eru jøklar, høg fjøll og stórir skógir. Frá 1840 til 1907 var Nýsæland bretskt hjáland, men landið gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1947.
Norðuroy í Nýsælandi er uppi í „Eldkringi" í Kyrrahavi, og har eru fleiri gosfjøll. Eitt teirra, Ruapehu, goysti í 1995. Nógvi hitin niðri í jørðini, heitar grundvatnið, ið vellir upp ígjøgnum rivur í klettinum, og har verða varmakeldur. Onkustaðni verður vatnið so heitt, at tað verður til guvu. Guvan trýstir vatnið fyri sær, so at tjúkkur vatnsprænur goysir upp úr klettinum. Hetta rópa vit goskeldu, á altjóða máli geysir úr íslendskum.
Góðar 4.2 milliónir fólk búgva í Nýsælandi (2010); minni enn helvtin av fólkinum í London ella París. Næstan tríggir fjórðingar búgva í Norðuroy, flestu teirra í býum. Wellington er høvuðsstaður í Nýsælandi.
Nýsæland var eitt av seinastu londum í heiminum, sum varð ónomið. Fyrstu fólk at seta seg niður her vórðu maoriar, ið komu higar úr Polynesia um ár 950. Hóast flestu maoriar nú á døgum hava lagað seg til at liva sum fólkið í vesturheiminum, hava teir goymt mentan sína - málið, listina og stórhúskið. Maoriar hava umboð í tinginum, og stig eru tikin til at tryggja teimum somu rættindi og møguleikar sum onnur, tá ið talað verður um heilsurøkt, útbúgving og arbeiði - rættindi, teir ikki hava havt áður.
Maoriar eru enn um tíggjundaparturin av fólkinum. Nýsæland er framburðssinnað land og varð fyrsta land í heiminum, sum veitti konufólkið valrætt og setti vælferðarskipan í gildi.
Stórar albeittar fløtur og lýtt og vátligt veðurlag gera, at Nýsæland er gott landbúnaðarland; helst til dýrahald, neyt og seyð. Seyðaskipanin er 60 milliónir (um 15 til hvørt fólk) og 8 milliónir neyt. Tríggir fjórðingar av nýsælendska útflutninginum eru búnaðarvørur. Nýsæland er ímillum tey lond í heiminum, sum flytur mest út av ull, frystum kjøti, osti og smøri. Ein onnur týdningarmikil vinna er fiskiskapur.
Meiri enn 80% av øllum ravmagni í Nýsælandi er av vatnorku. Størsta vatnbyrgingin er Clyde-byrgingini í Suðuroy, har nógvar áir eru byrgdar. Reina orkuveitingin og tað, at næstan eingin tungídnaður er har, ger, at Nýsæland er eitt av reinastu londum í heiminum. Nýsælendingar eru erpnir av reina og grøna landi sínum.
Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Nýsælandi. Nýsælendingum dámar væl alla ítrótt, t.d. at ganga og klíva í fjøllunum, sigla í kano, sigla við seglbáti og at spæla rugby - rugbylandsliðið verður rópt All Blacks. Mong ferðafólk koma til Nýsælands, helst at njóta náttúruna og sunna uttanduralívið.
Av tí at Nýsæland er so fjart, hava plantur og dýr ment seg øðrvísi, og har eru sjáldsom dýr og sjáldsamar plantur. Kendast eru fuglarnir, ið kunnu ikki flúgva, t.d. uglupappageykurin og kivifuglurin. Teir mistu evnini at flúgva, tí at teir høvdu ongar fíggindar, og høvdu tí ikki fyri neyðini at flúgva undan.
Kivifrukt er kinversk stikkulsberjaplanta. Hon varð gróðursett í Nýsælandi um 1900. Nýsælendingar nevndu hana kivi eftir tjóðarfugli sínum. Nýsæland er nú tað land í heiminuum, sum dyrkar mest av kivi, og fruktin verður flutt út um allan heim. Fruktin veksur upprunaliga í lýðbeltinum og skal hava nógva sól. Kivi verður dyrkað í serligum fruktgørðum, ið eru skiftir sundur í teigar.