Hjartað í Miðevropa eru tey fyra londini, Pólland, Kekkia, Slovakia og Ungarn. Í Póllandi og Ungarn er ógvuliga slætt, men í pørtum í Kekkia og Slovakia er hægri. Landamørkini í Miðevropa eru mangan flutt seinastu øldirnar. Ein atvold var, at landslagið er so slætt, at ilt var at verja seg, tá ið fremmant hervald søkti at; eitt annað var, at landøkið var ímillum fýra stórveldið: Russland, Eysturríki-Ungarn, Proysland og Ósmannaríkið. Eftir seinna heimsbardaga hevði Sovjetsamveldið eftirlit við Miðevropa, og londini hava bara havt fult frælsi síðan síðst í 1980-árunum.
Flestu miðevropearar eru rómverskt katólskir. Halgidagshald og aðrar átrúnaðarligar kirkjuligar høgtíðir eru fastir tættir í gerandislívinum. Londini vórðu ikki kristnað fyrr enn um ár 1.000. Av tí at fólkið í hesum londum javnan hevur staðið undir øðrum tjóðum, hava tey verið tjóðskaparsinnað, og katólska kirkjan hevur verið týðandi partur av samleikanum.
Tónleikur, dansur og sangur eru fastir tættir í brúdleypum, heystgildum, ættarveitslum, á jólum og í øðrum kirkjuligum høgtíðum. Siðirnir eru ymiskir og ofta staðbundnir - eru í sama øki, og hægst í metum á bygd. Í Póllandi t.d eru flestu tónleikarar sjálvlærdir og taka bara ljóðføri fram eftir strevnan arbeiðsdag. Slovakiskir fólkatónleikarasiðir eru best goymdir í fjallabygdunum, har eitt annað mentanareyðkenni eru litríku tjóðbúnarnir.
Donau er ein týdningarmikil flutningsleið, ið knýtir Slovakia og Ungarn saman við Týskland og Ríná fyri vestan og við Svartahav í Landsynningsevropa. Áður var nógv skipaferðsla á Donau, men nú er flutningurin minkaður, tí at handilin við gamla Sovjetsamveldið er so nógv minkaður. Nógvastaðni er áin byrgd og vatnsmegin veitt í orkuverk - byrgingin við Gabcikovo veitir 15% av allari ravmagnsnýtsluni, sum Slovakia nýtir um árið.
Brúnkol er mest nýtta brenni í Miðevropa. Tað verður brent í stórum orkuverkum, sum gera ravmagn. Mikil dálkan stendst av hesi orkugerð, tí at nógv svávul verður úrskilt, tá ið brúnkol brennur. Tá ið kolið verður brent, verður roykurin blandaður við vætuna í luftini; burtur úr tí verður svávulsýra ella „súring", sum, tá ið hon fellur niður aftur við avfalli, tærir grótbygningar og týnir vøtn og skógir. Eitt annað, ið veksur nógv um luftdálkanina í hesum londum, er bilosi. Ferðslan er ikki so tøtt sum t.d. í Vesturevropa; men flestu bilarnir eru gamlir og dálka tí ógvuliga illa.
Í norðara parti í Miðevropa er javnan heitt um summarið, men kalt um veturin. Tá er gott at eta heitan, stimburmiklan mat. Matsiðirnir eru nógv ávirkaðir úr grannalondunum, t.d. Týsklandi, Russlandi og Eysturríki, og vanligir rættir eru epli, mjølbollar, súpan og grýturættir. Syðri, í Ungarn t.d., eru matsiðirnir øðrvísi og fremmandir, har eta tey nógv kryddaðar rættir, sum t.d. gullasj, ið er kryddaður grýturættur av neytakjøti.
Fjórðingur av Miðevropa er skógur. Nógvastaðni eru skógirnir fleiri túsund ára gamlir, og tætt við Poznan vaksa fleiri hundrað ára gomul eikitrø. Súra regnið, ið stendst av ringu luftdálkingini, er farið illa við skógunum. Ringast er í Póllandi, har næstan helvtin av trøunum eru skadd.
Bialowiezaskógur í Póllandi, ið er tjóðargarður, er størsta skógarøki í Norðurevropa. Her liva mong villinidýr, t.d. elgur, hjørtur, úlvur og bjørn, og mong friðingarátøk hava verið gjørd til tess at verja dýrini. Her hevur eisini verið roynt at slept upp dýrum, ið leingi ikki hava livað vill. Tjóðargarðurin er einasti staður, har evropeiski bisonurin livir villur. |