Fyrst í 15, øld stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu sigldu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í Asia, Afrika og Suðuramerika. Frá 1932 til 1968 stýrdi einaræðisharrin Oliveira Salazar landinum, men eftir hernaðarkvett í 1974 tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í ES í 1986, men er enn eitt av fátækastu londunum í Vesturevropa. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á Algarvestrondini.
Høvuðsstaðurin í Portugal er við ósan í Tajoá. Í 15. øld var Lissabon stórur havnabýur og miðdepil fyri handil við kryddvørum og gulli. Belemtornið er reist, har gitni uppdagingarfarin Vacso da Gama setti segl í 1498 og sigldi til India. Mangar gamlar borgir og harragarðar eru nú bygd um til vakrar matstovur, vertshús, handlar og listasøvn.
Næstan alt fólkið í Portugal er katolikkar. Portugisar eru ættkærir, og genturnar búgva ofta heima hjá foreldrunum, til tær verða giftar; tó er nú vorðið alt vanligari, at gentur nema sær útbúgving og fara út at arbeiða. Queima das Fitas er stevna, sum verður hildin í mai, tá ið lestrartíðin á lærdu háskúlunum er av. Seinastu árini eru einir 3 mió. portugisar farnir í onnur lond at arbeiða. Summir fara einsamallir, men senda pening heim.
Arbeiðshættirnir í landbúnaðinum í Portugal eru enn nógvastaðni sum teir hava verið í øldir, og í summum bygdum er framvegis vanligt at pløga við oksum. Ein hin týdningarmesta grøðin er mais, sum Kristoffur Kolumbus hevði við sær úr Amerika í 15. øld. Nógv verður eisini dyrkað av oljuberum og fikum. Vín, tundur og tomatir eru týðandi útflutningsvørur, og fiskiskapurin hevur stóran tydning í býum og bygdum fram við strondini.
Um triðingin av Portugal veksur tundureikin. Tjúkki, óslætti børkurin verður flustur uttan av trænum og lagdur at turka. Síðan verður hann kókaður ella guvaður og trýstur saman í stórar plátur og er liðugur at selja. Einki land í heiminum flytur so nógv tundur út sum Portugal. Tundur verður m.a. nýtt til fløskutøppar, gólvflísar, inniskógvar og í badmintonbóltum. Tað er bara loyvt at flysa børk av einum træi 9. hvørt ár. Børkur veksur á trøunum í meiri enn eina øld.
Leirvøra úr Portugal er gitin fyri vakurleika, helst leirflísar, nevndar „azulejos", sum mest verða nýttar til prýðis. Á gøtumarknaðum og torgum er vanligt at selja ymist listhandverk, t.d. litfagrar leirvørur, málaðan húsbúna, glasvørur og postalín. Snøgt silvursmíð og vakurt baldýrað klæði av portugisisku oynni Madeira verður flutt út um allan heim.