Russland
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999. SibiriaEystan fyri Uralfjøll er ásiatiski parturin í Russlandi. Hetta ovurstóra lendið, nevnt Sibiria, er størri í vídd enn USA og Vesturevropa eru tilsamans. Sibiria er ovurstórur, mest sum óbygdur landspartur, ið er heilt eystur at Kyrrahavi. Kortini búgva bara 40 milliónir fólk her. Meginparturin av Sibiria er tættur nálaskógur, ið russar nevna taiga. Í hesum breiða og langa skógarbelti er fjórðingurin av øllum viði í heiminum. Longri norður vit koma, tynri verður skógurin, tí verðurlagið verður kaldari. Norðan fyri skógarmarkið eru frostmýrarnar (tundra), har er frost í jørðini alt árið Skógirnir í Sibiria eru sannur kovi og gott skjól hjá dýrum, t.d. rein, bjørn og íkorni, teir longu og køldu vetrarmánaðirnar. Her livir eisini størsti tikari í heiminunm - konga-tikarin ella sibiriatikarin. Hann hevur ógvuliga tjúkkan feld. Sumstaðni í Sibiria er kaldari um veturin enn á Norðurpólinum. Norðan fyri skógarmarkið eru alstórar frostmýrar; men sunnanfyri er so mikið lýtt um summarið, at til ber at dyrka ymsar harðførar plantur. Í øldir var Sibiria mest sum ónomið land, og spjaddu fólkasløgini har livdu av at veiða og fiska. Men tá ið virðismikil steinsløg, t.d. gull og diamant-ar, vórðu funnin har, gjørdist tað grundarlagið undir ídnaði og búskaparligari menning víða um í Sibiria. Kamtjatkanes, ið gongur suður úr eystasta parti í Sibiria, er av avbyrgdastu landøkjum í Russlandi. Í sovjettíðini vóru ógvuliga nógvar herstøðir á Kamtjatka, tí at tað er so tætt við Japan og USA. Nú er hernaðarvirksemið nógv minkað, og fólkið leitar nú aftur til tann vinnuveg, ið var fyrr. Mong liva av at fiska í áunum og at rógva út, halda reindýr og veiða felddýr, t.d. kóp, sjóotur og bjørn. Transsibiriajarnbreytini, løgd frá 1891-1905 - er heimsins longsta jarnbreyt, ið er í einum. Hon er av jaroslavlstøðini í Moskva eystur ígjøgnum alt landið til Vladivostok við japanshav, tað eru 9.440 km. Tokini koyra ígjøgnum átta klokkutíðir, og ferðin varir átta dagar. Seinastu tíðina er ferðslan so nógv vaksin, atjarnbreytir eru lagdar fram við henni og eystureftir, t.d. Bajkal-Amur jarnbreytin, ið varð løgd í 1985. Í Sibiria, eru olja, gass, kol, metal, diamantar og gull. Nógv ráevni verður flutt eftir transsibiriajarnbreytini úr Sibiria til evropeiska partin í Russlandi. Í Vestursibiria er triðingurin av øllum gassi, sum funnið er í heiminum, umframt ovurstórar oljukeldur, haðan 8,4 milliónir føt verða tikin upp um dagin. Hetta er meiri enn tveir triðingar av oljuni, ið verður tikin upp í øllum Russlandi. Kalda og harðføra veðurlagið ger, at trupult er at faa fatur á ráevnini, og dýrt er eisini at leggja gass- og oljurørleiðingar úr hesum stóra og fjarskotna lendi. Bajkalvatn, nevnt „Bláa eygað í Sibiria" er í Landsynningssibiria og er 31.468 km2 í vídd og 1.940 metrar djúpt. Tað er djúpasta vatn í heiminum og størsta vatn, har vatnið er púra fekst; her eru 27.000 km3 av vatni, sum eru 20% av øllum feskum vatni í heiminum. Seinastu árini hava skógarídnaður og evnafrøðiídnaður dálkað vatnið illa; hetta hevur fingið fólk at gera eitt stórt átak at sleppa hesi sjáldsomu náttúru undan at verða týnd. Í øldir hava felddýraveiðimenn veitt hermalín, mink, sopla, geyp og rev. Til tess at forða fyri, at summi dýrasløg vórðu avoydd av ovurveiði, fóru sovjetsku myndugleikarnir at ala felddýr í gørðum. Feldurin av dýrum úr Sibiria verður seymaður til húgvur, jakkar, stivlafóður og handskafóður. Jakutar, sum búgva í sjálvstyrda lýðveldinum Jakutia í Landnyrðingssibiria, eru vanir við kulda; tí har frystir javnan -45 °C um veturin. Motorar mega ganga alt samdøgrið, ella beinfrysta teir. Drekkivatn verður fingið til húsa í stórum ískubbum, sum tey saga burtur av ísinum í frystu áunum. Summarið her er stutt, og frostið fer sjáldan úr jørðini. Húsini verða sett á betongpallar ella viðarbular, og opið er undir grundini, so at nógva frostið ikki oyðileggur tey. Nógv skógarvinna er í stóru nálaskógunum í Norðurrusslandi og Sibiria. Fyrr var mesta skógarvinnan í Norðurrusslandi, har lættari varð at koma til; men av tí at skógurin nógvastaðni varð ruddaður á hesum leiðum - og 80 ár ganga, til hann er vaksin aftur, er vinnan nú flutt eystur og suður í Sibiria. Mesti skógarídnaðurin er nú við Bajkalvatn og við ánna Amur, sum rennur í Okotskhav Í gamla Sovjetsamveldinum varð alstórur dentur lagdur á ídnaðin. Stórir ídnaðardeplar vórðu bygdir í Uralfjøllum, har er nógvur jarnmálmur, og í Kusnetsk-lægdini í Suðursibiria, har nógv kol er. Ógvuliga nógv kol, jarn og annað metal varð brotið, og tungídnaðurin við stál-, jarn-, maskin-og evnafrøðigerð stýrdi búskapinum. Men nú má Russland gjalda dýrt fyri ídnaðarmenningina og ovurstóru framstigini, ið vóru. Mong virki eru gomul og slitin, úrtøkan lítil, og tey dálka ógvuliga illa. | ||||||||||||||||||||