Tá Jugoslavia syndraðist í 1991, løgdu lýðveldini Serbia og Montenegro saman og stovnaðu nýtt samveldisríki, sum at Jugoslavia. Nýggja samveldisríkið hjálpti serbiska fólkinum í Kroatia og Bosnia at kríggjast; tað elvdi til, at mong lond settu revsitiltøk í verk ímóti Jugoslavia og steðgaðu øllum samhandli við nýggja samveldisríkið.
Knappliga tyeir triðingar av fólkinum í samveldisríkinum vóru serbar. Í landslutinum Vojvodina fyri norðan búgva mangir ungarar, og í Kosovo, syðsta landslutinum í Jugoslavia, eru 90% avfólkinum albanar. Tey flestu tala serbiskt, sum kann verða skrivað við tveimum bókstavaraðum; serbar nýta kyrilliska stavraðið, ið t.d. russar eisini nýta; men kroatar nýta latínska, sum vit eisini nýta.
Í 2003 skifti samveldisríkið navn frá Jugoslavia til Serbia og Montenegro, og eftir at fólkaatkvøða varð hildin í Montenegro í 2006 og úrslitið var, at Montenegro vildi loysa frá Serbia vórðu londini bæði sundurlisin.
Høvuðsstaðurin í Serbia, Beograd, er við Donau, sum rennur ígjøgnum fruktagóða akurlendið norðast í landinum.
Serbia var týdningarmesta ídnaðarlandið í gamla Jugoslavia, og har var nógvur maskin-, matvøru- og klædnaídnaður. Stórar kolalindir og vatnorkuverk við áirnar Donau og Drina og oljan í tí, ið nú er Slovenia, veittu ídnaðinum ravmagnsorku Annars hevur útlendska handilsbannið volt serbiska ídnaðinum stóran skaða.
Serbar gera smakkgóðan og fjølbroyttan mat. Raznjici, spritusteikt lambskjøt við piparfrukt, verður ofta etið aftur við einari skál av jogurti. Kjøtbollar við leyki og róma, nevnt cevapcici, og kálrullur fyltar við kjøti, leyki, ertrum og hvítleyki eru væl dámdir rættir.