Skandinavia
Miðnáttarsól![]() Norðastu partarnir í Norðurnoregi, Norðursvøríki og Norðurfinnlandi eru norðan fyri norðurpólkring. Á hásumri setur sólin ikki her - og tað er ljóst alt samdøgrið. Á hávetri rísur sólin ikki - tað er myrkt alt samdøgrið. Longri norður vit koma, longri er midnáttarsól og eisini vetrarmyrkur. Norðast í hesum londum er myrkt næstan tveir mánaðir um veturin. ![]() Meginparturin av fólkinum í hesum londum býr í býum við strendurnar ella við tey stóru vøtnini. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Flestu áirnar kundu ikki so væl nýtast til nógvan flutning, tí at tær eru ov smáar ella renna so stríðar. Allir norðurlendsku høvuðsstaðirnir eru við sjógvin. Á myndini er Stokkhólmur. Hann er á eysturstrond Svøríkis Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999. | |||||||||||