Smáu Antilloyggjar eru í einum boga úr Puerto Riko í Stóru Antilloyggjum fyri norðan og at strondini í Suðuramerika. Oyggjarnar hava verið evropeisk hjálond, men nú eru tær flestu fræls ríki. Tær frælsu oyggjarnar eru St. Kristoffur og Nevis, Antigua og Barbuda, Dominika, St. Lusia, St. Vinsent og Grenadinoyggjar, Barbados, Grenada og Trinidad og Tobago. Fólkið er ættað úr Afrika, Evropa og Asia, og burtur úr tí er sprottin egin og lívlig mentan, sum leggur stóran dent á tónleik og dans. Bananir, sum vaksa væl í nógvum hita og nógvum regni, eru týdningarmikil útflutningsvøra. Men javnan er vandi fyri, at banangrøðin misferst, tá ið ódnir herja.
Fyrr fóru fólk ímillum oyggjarnar í báti, og enn verður mesta vøran flutt við skipi, tí at tað er bíligasti flutningsháttur. Stórar útflutningshavnir eru t.d. Castries í St. Lusia. Í fleiri oyggjum eru ongar jarnbreytir lagdar, og høvuðsvegirnir eru mest fram við strondini, og tí er vegasambandið inn í oyggjarnar vánaligt. Í Antigua, Barbados, Martinique og mongum øðrum oyggjum eru nú lagdir stórir flogvøllir. Stór flogfør kunnu seta seg.
Mesti ídnaðurin í Smáu Antilloyggjum er í Trinidad og Tobago. Olja og gass eru í undirgrundini, og har eru virki, sum vinna úrdráttir úr oljuni og gassinum, og eisini er jarn- og stálídnaður. Tá ið Barbados er frá, eiga hini londini so at siga eingi ráevni, og høvuðsinntøka teirra er landbúnaður, t.d. bananir, sukur, bummull og kakao. Seinastu árini hevur verið roynt at gera útflutningsídnaðin fjølbroyttari. Í St. Vinsent er gjørd stór kvørn, og í Martinique oljureinsiverk. Á mongum oyggjum hevur ymiskur smáídnaður tikið seg upp.
Ferðavinnan er høvuðsvinnuvegurin í Karibia. Hon gevur nógv arbeiði t.d. á matstovum, gistingarhúsum, handlum og í smásølubúðum á strondini. Men arbeiðið er árstíðarbundið, tí flestu ferðafólkini koma, tá ið vetur er í heimlandi teirra. Eisini eiga útlendskar fyritøkur mong gistingarhús, og stórur partur av vinninginum verður ikki verandi í oyggjunum. Myndugleikarnir í summum oyggjum royna tí at útvega aðrar vinnur.
Dyrkilendi trýtur, og tí eru flestu garðarnir smáir. Bøndurnir dyrka til egna nýtslu og at selja til heimamarknaðin. Grøðin er t.d. jamsrót, søtepli, salat og fruktir sum mango, sitrónir, kokosnøtir og bananir. Nakað verður eisini flutt út. Høvuðsgrøðin er ymisk úr oyggj í oyggj: muskatnøtir í Grenada, kaffi í Trinidad, ørvarrót í St. Vinsent; sukur og bananir verða dyrkað í næstan øllum oyggjum.
Bara Indonesia dyrkar meira av muskatnøt enn Grenada, sum dyrkar um fjórðingin av allari muskatnøt, nýtt verður í heiminum. Muskatnøt verður nýtt sum krydd í heitum rættum og bakstri. Muskattræið er komið úr Indonesia, og tað vóru niðurlendingar, ið tóku tað við sær til Grenada í 19. øld. Træið trívst væl í fruktagóðu gosøskujørðini, og har er eisini lýtt og nógv avfall. Ingifer, kanel, pipar og kryddnelikur vaksa eisini í oynni.
Krikket er tjóðarítrótt í oyggjunum, har fólkið talar enskt. Børn læra seg spælið á gróthørðum sólturkaðum vøllum, har bólturin fær ógvuliga nógva ferð. Vaksin kunnu tey sleppa at spæla á karibiska oyggjalinum, ið er mannað við teimum bestu úr hvørjari oyggj. Nógvir óføra góðir leikarar hava verið á liðnum.
Á mestsum øllum oyggjum í Karibia hoyrir tú kalypsotónleik, sum er sprottin úr vesturafrikonskum trælasangi. Ljóðlagið er hart, og sangirnir eru um samfelagsligar og politiskar trupulleikar. Seinastu árini er sokatónleikurin, ið er blandingur av kalypso- og soultónleiki, vorðin væl dámdur ímillum ungdómin í oyggjunum. Kalypsotónleikurin tók seg upp í Trinidad. Trummurnar eru gjørdar úr oljutunnum.
Mesta fólkið í oyggjunum er ættað frá afrikonskum trælum, evropearum og karibiaindiánum. Men í Trinidad er øðrvísi, tí at har eru 40% av fólkinum ættað úr India. Tey vórðu flutt hagar at arbeiða í landbúnaðinum og høvdu trúgv og mentan sína við sær og bygdu hindu-tempul og moskur. Tey goyma enn siðir sínar.
Tætt við býin La Brea við útsynningsstrondina í Trinidad er eitt av heimsins sjáldsamastu náttúrufyribrigdum - eitt vatn ella díki fult av náttúruasfaltið, ein svørt kleimin tjøra, ið mest verður nýtt at leggja á vegir. Díkið, ið er 60 metrar djúpt, er størsta natúrliga asfaltdíki í heiminum. Hildið verður, at asfaltið kemur úr oljukeldum, sum eru í havbotnunum ímillum Trinidad og Venesuela.