Í 1994 setti Suðurafrika hvítu minnilutastýrisskipan sína úr gildi og tók við fjølmentaðari meirilutastýrisskipan. Afrikanski Tjóðskaparflokkurin (ANC) stóð á odda fyri stjórnini. Síðan 1948 hevði suðurafrikanska stjórnin rikið rasuskilnaðarpolitikk, og bara tey hvítu høvdu havt alt valdið. Sum frá leið avbyrgdi umheimurin Suðurafrika, og rasuófriðurin í landinum vant upp á seg. Síðan ANC-ovastin Nelson Mandela var valdur til forseta í Suðurafrika, er apartheidskipanin tikin av, og umheimurin hevur aftur tikið upp samband við landið.
Nelson Mandela, ið var ein av oddamonnunum í ANC, varð settur fastur í 1964 og ikki latin leysur aftur fyrr enn 26 ár seinni, í 1990. Atvoldin til at hann varð latin leysur, var avgerðin hjá Fredrik .W. de Klerk forseta um at taka av apartheidskipanina. Við Nelson Mandela sum oddamanni vann ANC valið í 1994, og Mandela gjørdist fyrsti svarti forseti í Suðurafrika. Hann sat sum forseti fram til 1999.
Ein liður í illa lýdda og órættvísa apartheidpolitikkinum var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er Soweto; har búgva fleiri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr Soweto til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum Johannesburg.
Alla 20. øld er næstan helvtin av øllum gulli í heiminum komin úr gullnáminum í Witwatersrand við Johannesburg, og enn kemur triðingurin av øllum gulli, høgt verður í heiminum, haðan. Diamantar og onnur dýr steinsløg verða eisini vunnin í Suðurafrika. Nógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi, tí er búskapurin í Suðurafrika tann sterkasti og fjølbroyttasti í øllum Afrika. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina.
Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir - ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði (Cape Town). Men búskapar- og ídnaðar-miðdepilin í landinum er Johannesburg, eisini nevndur „Gullbýurin". Gullnámini djúpt undir jørð hava veitt býnum øgiligt ríkidømi, tað hevur so lutvíst verið nýtt til at menna nógva ídnaðin í býnum, har teir gera bilar, maskinur, virka klæði og hava nógvan hátøkniídnað.
Suðurafrika flytur út nógvar landbúnaðarvørur. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Aldinfruktir, epli og vínber verða flutt út til allan heimin. Suðurafrika er eisini gitið fyri sítt góða vín.
Tá ið apartheidskipan var í gildi, var eisini rasuskilnaður í ítróttarkappingum. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða kappingar. Men tá ið apartheidskipanin varð sett úr gildi, slapp Suðurafrika upp í aftur altjóða ítróttarkappingar. Í 1995 vann suðurafrikanska landsliðið, nevnt Springboks, heimsmeistaraheitið í rugby.
Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Eitt av hesum fólkasløgum, ndebela, er gitið fyri sermerktu hús síni, ið eru prýdd við litføgrum mátingarligum myndum. Konufólkini røkja húsini, og tey mála útveggirnar á hvørjum vári.