
Stórur munur er á Norðurkolli og Suðurkolli. Norðurkollur er stórt randarhav ímillum meginlond; Suðurkollur er stórt meginland, og uttan um eru stór høv. Suðurkollur er fjarskotnasta og ómildasta land í heiminum. Oman á Suðurkolli er ovurstórur ískappi, ið hylur 99,6% av øllum meginlandinum. Ísurin er kavaavfall, sum komið er niður seinastu 100.000 árini. Í ískappanum er meginparturin av øllum feskum vatni í heiminum, og 90% av øllum ísinum í heiminum. Hevði allur ísurin tiðnað, høvdu høvini fløtt 64 m. Tungi ískappin hevur gjørt, at stórur partur av Suðurkolli er sokkin undir sjóvarmálan. Úti við strendurnar brotnar í heilum burtur av ískappanum - ísurin kálvar - og ovurstór ísfjøll - upp í 200 km reka til havs. Reyðæti er lítið dýr, sum líkist rækju, og gerst einar 5 cm langt. Tað livir av plantuæti og øðrum dýraæti og er viðhvørt í so stórum meingi, at høvini við Suðurkoll eru reyð á liti. Ein vetrardag í 1983 máldu teir -89.2°C á russisku Vostokstøðini á Suðurkolli; hetta er mesti kuldi, máldur er á Suðurkollur er einasta meginland, har fólk ongantíð hevur búsett seg - einastu fólk, ið eru har, eru granskarar, ið granska t.d. jarðfrøðina, veðurlagið og lofthavið uppi yvir Suðurkolli. Suðurkollur er undir altjóða sáttmála, sum bannar londum at eiga ella gagnnýta landið. Fyrst í 20. øld kannaðu mong lond sær landøki á Suðurkolli. At sleppa undan stríði um hetta seinni, skrivaðu 12 lond undir í 1959, at einki land kundi kanna sær øki á Suðurkolli. Sáttmálin, sum fekk gildi í 1961, lýsti Suðurkoll sum "meginland til gransking" og ásetti, at granskingin bara kundi verða nýtt til friðarligt endamál. Nú hava fleiri enn 45 lond skrivað undir sáttmálan, sum er eitt hitt best eydnaða dømi um altjóða samstarv. Sambært Suðurkols-sáttmálanum eru krøvini um landaøki á Suðurkolli farin úr gildi. Granskingarstøðir kunnu setast upp, men hernaðarligt virksemi er ikki loyvt. Bara um 1.200 fólk eru á Suðurkolli um veturin; um summarið eru um tríggjar ferðir so nógv fólk. Øll eru vísindafólk og granska, og 46 granskingarstøðir eru spjaddar um alt meginlandið. Øll hús eru ógvuligavæl bjálvað fyri nógva kuldanum, og nøkur eru grivin niður í ísin, har tað lívir betur, serliga í vindi. Dieselmotorar gera ravmagn til húsini, og allar støðir hava nóg mikið niður fyri av olju, mati og aðrari útgerð til í minsta lagi eitt ár, skuldi ikki verið komandi fram til teirra fyri veður. Amerikanska Amundsen-Scottstøðin er á sjálvum Suðurpólinum. Fyrstu ferð rannsóknarfarar vistu um Suðurkoll var um 1820, og í 1840 varð farið at kortleggja meginlandið. Á hvørjum ári fara nøkur fá túsund ferðafólk til Suðurkols; annaðhvørt við ferðamannaskipi - síðan 1950-árini hava ferðamannaskip siglt til Suðurkols - suður at strondunum, ella tey flúgva til Suðurpólin. Enn hevur ferðavinnan ikki dálkað nakað av sær, men við gomlu granskingarstøðirnar liggur nógv órudd og flýtur. Prúða og tignarliga keisarapingvinin verður næstan 1,15 m høg og vigar upp í 30 kg. Tá ið keisarapingvinin hevur verið í sjónum næstan alt ári fer hon upp á land í apríl at verpa og bøla. Steggin bølir egginum tveir ísakaldar vetrarmánaðir. Hann hevur eggið á fótunum, meðan hann bølir. Íjuli kemur bøgan aftur og er um nýklakta ungan. | ||
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.