Sveis gjørdist uttanveltaland í 1815 Og hevur ikki verið uppi í nøkrum kríggi í Evropa síðan. Mong fólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og fólkið talar ikki sama mál. Kortini er samanhaldið gott, og landið hevur lagt seg eftir at fáa sum mest burtur úr avmarkaða tilfeingi sínum. Uttanveltaða støðan og tryggu politisku viðurskiftini eru tvær av atvoldunum til, at Sveis er vorðið altjóða fíggjarmiðdepil.
Mangar fyritøkur og mangir bankar hava høvuðsskrivstovu í vakra býnum, Geneve, við Genevevatn. Eisini hava mangir altjóða felagsskapir høvuðssæti her, tí landið er uttanveltað og politisku viðurskiftini trygg. Nevnast kunnu Reyði Krossur, Heimsheilsustovnurin (WHO) og høvuðsdeild ST í Evropa.
Hóast lítil rávøra er í landinum, er Sveis týdningarmikið ídnaðarland. Mong teirra, ið arbeiða í ídnaðinum, eru serútbúgvin at gera ídnaðarvørur, sum eru dýrar og viga lítið. Meginparturin av tí, gjørt verður, verður flutt út, tí at heimamarknaðurin er lítil. Mong stór fleirtjóðafeløg eru sveisisk.
Landbúnaðarumstøðurnar eru ikki av teimum bestu, men niðri í fruktagóðu dølunum verður nógv velt og dyrkað, og í lýggju líðunum, ið horva suðureftir, dyrka bøndurnir frukt og vínber. Vanligt er at hava mjólkarframleiðslu her um leiðir. Neyt, seyður og geitir verða tíðliga slept út á tað gróðrarmikla summarbeitið uppi í hálendinum og verða tikin oman aftur í dalarnar um heystið. Mjólkin verður kæsað til ymisk ostasløg, t.d. Emmentaler.
Fýra ymisk mál verða talað í Sveis, fjølmæltasta landi í Evropa. Almenn mál eru týskt, franskt og italskt. Fjórða málið er retoromanskt, sum verður talað í summum fjarløgdum bygdaløgum uppi í fjøllunum. Retoromanskt hevur nú eisini fingið støðu sum alment mál; 1% av fólkinum talar retoromanskt.