Tibet
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999. EysturasiaHøvuðsríkið í Eysturasia er ovurstóra Kina, men har eru eisini stormbarda flatnalendi í Mongolia, Norðurkorea og Suðurkorea, fruktagóða oyggin Teivan og gomlu, smáu hjálondini Hongkong og Makao. Kina er av fjølbroyttastu londum. Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum. Fáar áir í heiminum gera so stóran skaða sum Gulaá, ella Huang Heá. Javnan hevur hon floymt upp um áarbakkarnar og verið atvold til, at túsundtals fólk eru druknað. Tí verður hon eisini kallað „Neyð Kina". Sum hon rennur eystur ígjøgnum Miðkina, ber hon nógva fína mold, nevnd fokdust, við sær. Moldin litar ánna gula, haðan er navnið Gulaá komið. Ein av aðalhugsjónunum í gamla kinverska átrúnaðinum, konfusianismuni - nevnd eftir kinverska heimspekinginum Kungfutzu - er trúskapur ímóti ættini og virðing fyri forfedrunum. Tí eru mangir siðir knýttir afturat siðbundnum jarðarferðum í Eysturasia. Hesir siðir skulu vissa, at tí deyða skal einki skorta hinumegin. Á gravarbakkanum ofra tey, ið varða av, mat og brenna pappírspengar og myndlar av bilum, súkklum og øðrum lutum, sum sálin skal hava við sær til himmals Kinamúrurin, sum ringir seg ígjøgnum Norðurkina eystan úr Gulahavi og vestur til oyðimerkurnar í Miðásia, má sigast at vera eitt av undurverkunum úr fornøld. Farið varð at laða múrin í 4. øld f. Kr., men meginparturin av honum varð gjørdur í 14. øld at verja kinverskar bøndur fyri flakkfólki úr Mongolia. Múrurin er heimsins longsta bygningsverk, næstan 6.400 km langur. | ||||||||||||||||||||