Týskland
![]() Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999. Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku alpunum fyri sunnan. Eitt hitt kendasta og fagrasta økið í landinum er Schawarzskógur í Suðurtýsklandi, nevndur eftir myrka nálaskóginum, ið veksur har. Mongu áirnar og grivnu siglingarveitirnar í Týsklandi eru týdningarmiklar fyri farmaflutningin. Á stóru áunum, sum t.d. Ríná, slitnar so at siga ikki sundur ímillum prámarnar, ið flyta ferðagóðs um alt Týskland og til onnur lond í Miðevropa. Í eystara parti í landinum verður nógvur farmur fluttur eftir Oder til Póllands. Uppi á landi eru framúr góðir vegir og gott og vælskipað jarnbreytarkervi. Ongastaðni í Týsklandi er so nógvur ídnaður sum í Ruhrdali, hann er eisini fjølbygdasta øki í landinum, og stutt er ímillum stórbýirnar. Í 19. øld vórðu týskarar varðugir við, at nógv kol var her. Tað hevði við sær, at Ruhrdalur gjørdist jarn- og stálídnaðardepil, sum gjørdist grundarlag undir týskum tungídnaði og bilídnaði. Í fyrstuni varð kolið høgt í syðra parti í koløkinum, tí har lá tað ikki so djúpt. Hesar lindirnar eru nú uppi. Mesta kolið verður nú høgt í djúpum námum norðari í Ruhrdali. Kolaøkið í Ruhr er tað størsta í heiminum, og har verður høgt bæði brúnkol og steinkol. Brúnkolið er so ovarlaga, at har verður bara grivið oman av og so høgt; men steinkolið liggur so djúpt, at djúpar slokur mega verða grivnar niður á lindirnar. Ruhrøkið er nú í svárari kreppu. Kolið er farið at ganga undan, og aðrar orkukeldur koma fyri kol. Avleiðingarnar eru stórt vinnuloysi. Týski ídnaðurin varð bygdur upp av nýggjum eftir annan heimsbardaga. Nú á døgum er Týskland eitt av heimsins framkomnastu ídnaðarlondum. Framgongdin hevur fyrst og fremst staðist av stóra virkisídnaðinum. Týskar ídnaðarvørur, sum t.d. lastbilar, skip, amboð, hvítvørur og persónbilar av slagnum Volkswagen, Opel, BMW og Mercedes, eru høgt í metum og verða seldar um allan heim. Týski ídnaðurin mentist so skjótt, at ov lítið av verkafólki var í landinum, og í 1960-árunum komu fleiri túsund fólk úr Turkalandi og Jugoslavia til Týsklands at arbeiða. Men tó at liviumstøður teirra batnaðu, hevur ikki altíð verið so lætt, tí mong hava verið fyri mannamuni og hava ikki fmgið týskan ríkisborgararætt. Síðan 1990 eru fleiri enn 1 mió. fólk, ið tala týskt, flutt til Týsklands úr Eysturevropa. | ||||||||||||||||||||