SNAR.fo

Wales

Høvuðsstaður: Cardiff

Vídd: 20.767 km2

Fólkatal: 4.301.000

Alment mál: walisiskt, enskt

Stýrirlag: Konstitutionelt monarki

Gjaldoyra: bretskt pund

Hagtøl

Wikipedia

Í 1282 tóku onglendingar Wales. Men Wales hevur varðveitt mong eyðkenni, og nógv fólk har norðuri í landinum tosar enn walisiskt. Mesta fólkið býr í dølunum har suðuri, har nógvur ídnaður er. Sunnasti parturin var einaferð týdningarmikið kolaøki, men flestu námini eru afturlatin. Í staðin arbeiða fólk í bilídnaðinum, í teldu- og tøknifyritøkum ella øðrum hátøkniligum fyritøkum. Norðantil og vestantil er vinnan landbúnaður og ferðavinna.

Siður er, at eisti sonur kong ella drotning Bretlands verður phnsur av Wales.

Purran er tjóðareyðkenni hjá Wales

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

Y Ddraig Goch (En: The Red Dragon)
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo