Karl Bruckner (1906-1982)

Úr Les

Karl Bruckner var føddur og vaks upp í Wien í Eysturríki. Hann var útbúgvin mekanikari og ferðaðist víða um í heiminum.

Í 1946 fór hann undir at skriva. Hann skrivaði serliga fyri børn og ung og verður í Eysturríki mettur sum ein av týdningamestu høvundunum á sínum øki. Hansara hjartamál vóru friður, altjóða vinalag og sosialt rættvísi – hesi evni speglast aftur í hansara bókum. Hann vann sær  stóra viðurkenning fyri síni ritverk og fekk nógvar virðislønir. Bókin um Sadako er útgivin í 122 londum og týdd til 22 ymisk mál. 

Brot úr Sadako vil liva (føroysk týðing), Les 3 s. 261

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo