Annie Coghill (1836-1907)

Úr Les

Annie Coghill var fødd í Brewood í Onglandi í 1836. Hon flutti saman við foreldrum sínum til Kanada, har brøður hennara arbeiddu sum verkfrøðingar. Í 1863 flutti hon aftur til Onglands og giftist ríkum keypmanni. Hon var kendur sálmayrkjari og var bara 18 ár, tá ið hon yrkti henda sálmin, ið er týddur til mong mál. 

Arbeið, tí náttin kemur (føroysk týðing), Les 2 s. 302

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo