Sverri Djurhuus (1920-2003)

Úr Les

Sverri Djurhuus var føddur í 1920 í Kollafirði, og har vaks hann upp. Hann arbeiddi í mong ár sum bilsmiður og hýruvognsførari. Sum ungur yrkti hann tættir, seinni fór hann eisini undir at skriva stuttsøgur. Hann var virkin í Tjóðveldisflokkinum 

Bjarni, Les 2 s. 114

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Sverri Djurhuus, føddur 1920 í Kollafirði, gav í 1979 út savn av stuttsøgum, hugleiðingum og yrkingu.m; savnið nevndist »Lívsmyndir« og hevur hetta inngangsljóðið:
 
»Varðar eru á okkara leið,
men gloym ikki fornar siðir:
tá ið tú støðgar við slíkan ein,
so legg á Varðan tín stein,
tá fellur hann ongantíð niður«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo