Nordahl Grieg (1902-1943)

Úr Les

Nordahl Grieg var norðmaður, føddur í Bergen í 1902. Hansara fulla navn var Johan Nordahl Brun Grieg. Hann las málfrøði og starvaðist sum blaðmaður. Nordahl Grieg ferðaðist víða um í Evropa og var eisini í Kina og Sovjet sum blaðmaður. Hann var kendur sum ein anti-fasistiskur høvundur, ið var hugtikin av kommunismuni.

Noreg í 1940 varð hersett av týskarum, flýddi Nordahl Grieg til Ongland. Har varð hann útbúgvin offiserur og var við flogførum hjá teimum sameindu sum krígskorrespondentur í fleiri bumbuálopum yvir Týsklandi. 2. desember 1943 var hann skotin niður í einum álopi á Berlin. Hann liggur grivin í eini týskari hópgrøv.

Sum rithøvundur var hann sera virkin og skrivaði m. a. skaldsøgur, yrkingar, leikrit og greinar.

Til ungdomman, Les 3 s. 257

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo