Sara Kadefirs (1965-)

Úr Les

Sara Kadefors er fødd í 1965 og vaksin upp í Gøteborg í Svøríki. Hon er útbúgvin journalistur og býr í Stokkhólmi. Hon starvast burturav sum høvundur. Umframt barna-og ungdómsbøkur hevur hon skrivað handrit til sjónvarpsrøðir og film. Hon hevur fingið fleiri virðislønir fyri sína skriving.

Sandor/Ida er ein nútímans ungdómsskaldsøga um Sandor og Idu, ið bæði eru fimtan ára gomul. Tey búgva í hvør sínum býi í Svøríki, men hittast í einum kjattrúmi á alnetinum. Tey skriva saman og gerast sálarvinir. Bæði kenna einsemi og hava ymiskar trupulleikar at dragast við.

Wikipedia: http://sv.wikipedia.org/wiki/Sara_Kadefors

 Tekstir eftir Sara Kadefors í Les bókunum:

Brot úr Sandor/Ida (føroysk týðing), Les 1 s. 74 

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo