LÍVSSØGA
Í 1740-árunum situr danskur prestur, Hans Christophersen Svabonius, í prestastarvi í Vága prestagjaldi. Hann giftist við eini dóttur Samuel Pedersen, løgmann, og hesi bæði fáa í 1746 sonin Jens Christian. Her í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági, vaks drongurin upp, og tá hann var so frægur, fór pápin at lesa við honum. Trettan ára gamal — í 1759 — fer hann til Havnar at ganga í Latínskúlan har, og haðan tekur hann prógv í 1765 — 19 ára gamal.
Í skúladøgunum í Havn hittir hann havnardreingin Nicolai Mohr, sum var fýra ár eldri — føddur í 1742. Hann var sonur Peter Jensen og Onnu Jákupsdóttur, sum búðu úti á Reyni. Teir báðir fóru út úr Latínskúlanum sama ár og komu at fylgjast stóran part av lívinum.
Fyrsti spurningur, sum hesir báðir skulu taka støðu til, er, hvørjar lærugreinir teir skulu velja sær at lesa, nú teir ætla sær á Lærdan Háskúla. Tað var nú soleiðis, at allir føroyingar, ið lisið høvdu við lærdar háskúlar í útlondum undan hesi tíð, høvdu valt sær somu grein, gudfrøði.
Heilt í tráð við tíðarandan valdu hesir báðir føroysku unglingar at bróta við gamlar vanar og fóru undir at lesa náttúru- og fíggjarfrøði. Teir gjørdu tað ivaleyst út frá teirri sannføring, ið samtíðargranskarar bendu á: At skal eitt land fáa framburð og góðar tíðir, má hetta skapast av dyggum arbeiði og framstigum í landbúnaðinum.
Tað vóru uttan iva tveir vónríkir unglingar, ið eldhugaðir fóru undir at lesa. Báðir taka Filosofikum í 1767, men skjótt fingu teir mótburð:
Fátækradómurin vitjaði, hvørgin fekk stórvegis hjálp heimanífrá, og Svabo var sjúkur drúgv tíðarskeið. Hvørgin tók nakrantíð endaligt prógv.
Sum árini líða, royna báðir at søkja sær starv. Her gekst Nicolai Mohr betur. Hann verður í 1780 sendur til Íslands sum náttúruserkønur fyri »Den Kgl. Porcelænsfabrik« at gera kanningar, og í 1786 fær hann fast starv hjá hesi fyritøku. Hann hevði tó ikki langa ævi, tí longu í 1790 andaðist hann í Danmark.
Svabo søkti fleiri embæti, bæði í Føroyum, í Danmark og í Noregi, men einki hann fekk.
Í 1800 leitar hann heim til Føroya aftur vónsvikin, sum hann sjálvur í brævi til Rentukamarið tekur til:
»Jeg kom herhid fra Fædrelandet for 35 Aar siden, blev Student med Ære, har i denne Alders Periode giennemgaaet, foruden 12 Aars Sygdom og Sengeleje, snart utroelige Viderværdigheder, og nu veed jeg ikke til hvilket af Himlens Hjørner jeg skal hen vende mig til at raabe om hielp og faae et trøstende Svar. Jeg tænker at rejse til Fædrelandet og i Stilhed der at stræbe at glemme mine Haab, de mig gjørdte Løfter og mine i Tanken saa favre Udsigter til Lykke, og der græmme mig ihjel!«
Hann bønar um pengastyrk til at sleppa heim fyri. Rentukamarið játtar honum 150 ríkisdálar, og í juli ár 1800 fer hann til Føroya, og her í Havn livir hann av lítlari eftirløn, til hann doyr í 1824.
Bókmentaverk - Nicolai Mohr
Høvuðsbókmentaverkið hjá Nicolai Mohr er ikki um føroysk viðurskifti, men íslendsk. Mohr var í íslandi tey bæði árini 1780 og 1781, og heimafturkomin skipaði hann tilfarið, ið hann bevði fingið á kanningarferð síni í bókina: »Forsøg til en Islandsk Naturhistorie med adskillige oeconomiske samt andre Anmærkninger«. Frá Íslandsferðini stavar eisini stutt grein: »Um aðferð Norðmanna, Færeyinga, Skotta og Hjaltlendinga at veiða smáupsa eður upsaseiði«, sum kom í eitt íslendskt tíðarrit í 1782.
Av føroyskum verkum, sum Nicolai Mohr hevur lagt úr hondum, hava vit á s. 36 nevnt lut hansara í Svabos »Indberetninger« — hann hevur skrivað umleið 400 s. ella stívan fjórðing av hesum verki. Enn er at nevna orðasavnið upp á 7450 orð, ið liggur eftir hann. Hann byrjaði — eins og Svabo — í studentadøgu-num at savna orðatilfar og økti um hetta savn støðugt. Eftir deyða hansara gav danskur prestur, Hasløe at navni, ið giftist við einkjuni eftir Mohr, kongliga bókasavninum í Keypmannahavn handritið.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.