Poul Niclasen (1889-1953)

Hann var føddur 3/1-1889. Tíðliga kom hann upp í politiskt arbeiði; hann sat á Føroya løgtingi umboðandi Sambandsflokkin í Suðurstreymoy trý tíðarskeið: 1916-24, 1936-40 og 1946-49. Hann var landstingsmaður 1936-53, limur av Tórshavnar Býráð 1929-36 og blaðstjóri á Dimmalætting 1918-36. Árini 1930-38 stjórnaði hann saman við M. A. Jacobsen jólablaðnum »Jól í Føroyum«.

Poul Niclasen var søguáhugaður maður, sum í 1948 gav út ritgerðasavnið »Annika í Dímun og onnur brot úr søgu okkara«.

Hann doyði 3/8-1953.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo