Johanness Petersen (1915-)

Hann er føddur í Havn 10/2-1915, tók realprógv í Havn 1930, studentsprógv í Birkerød 1934 og prógv sum sivilverkfrøðingur í 1939. Eina tíð arbeiddi hann í Danmark, so eitt skifti í Føroyum 1946-51 og so aftur í Keypmannahavn.

Seinast í fýratiárunum skrivaði hann barnabókina »Søgan um babbasa bát«, sum hann sjálvur gjørdi tekningar til. Bókin kom á prenti í 1971.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo