Hann er føddur í Klaksvík 29/6-1894. Komin til mans tók hann við bryggjarífyritøkuni 'Føroya Bjór', sum pápi hansara hevði sett á stovn.
Einar hevur sitið drúgt áramál í Klaksvíkar skúlanevnd, í Klaksvíkar sóknarstýri fýra ár og á løgtingi umboðadi Javnaðarflokkin í Norðuroyum 1950-54.
Hann hevur skrivað bókina Val og hagtøl 1906-66, 1967.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).