Gunhild Waag (1900-1982)

Hon var fødd í Klaksvík 15/1-1900 og gekk í barnaskúla har. Tilkomin fór hon á háskúlaskeið  í Danmark, har hon lærdi 133 seyming og hondarbeiði, og heimafturkomin arbeiddi hon sum seymikona.

Í 1920 kom hon upp í sunnudagsskúlaarbeiði í Emmaus, og her virkaði hon trúliga, so leingi hon orkaði. Í sambandi við hetta arbeiði týddi hon søgur úr donskum og norskum og skrivaði eisini søgur sjálv. Nógv av tilfarinum varð prentað í »Missiónsblaðnum«, og í 1976 vórðu fleiri av søgunum prentaðar í savninum »Barnatrúgv«.

Hon doyði 23/9-1982.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo