Zakarias Wang (1940-)

Hann er føddur í Kaldbak 23/8-1940. Aftan á at hava lokið barnaskúlagongd í heimbygdini fór hann til Havnar á Preliminer- og Studentaskúlaskeið Føroya Løgtings, har hann leyk preliminerprógv 1956 og studentsprógv 1958. Í eitt ár var hann læraravikarur í Norðradali og Syðradali (S), fór so undir hægri lestur og tók prógv í statskunnleika frá lærda háskúlanum í Aarhus 1965. Frá 1965 til 1967 starvaðist hann í kenslumálaráðnum danska, kom so heim til Føroya og hevur síðan 1967 verið lærari á Føroya Studentaskúla. Hann hevur tikið lut í politikki og í hesum sambandi skrivað bóklingin »Heimastýri, føroyskur politikkur 1945-65«, 1965. Í bókini »Færinger-Frænder«, 1968, skrivaði hann partin um føroyskan politikk í nýggjari tíð, og hann hevur týtt samfelagsviðgerðina »Hvat hendir á bygd?« eftir norðmannin Ottar Brox, 1974, og sjónleik Ibsens »Eitt dukkuheim«, 1978.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo