Alexander Weihe (1825-1870)

LÍVSSØGA:
Hann   var   føddur í   Søldarfirði   í 1825,  fór ungur í skómakaralæru, men   tá   málsligu gávur   hansara tyktust sera góðar, varð hann bendur lestrarvegin — hann fór til Keypmannahavnar at lesa til student. Men ikki mundi hann umsita gávur sínar nóg væl; hann tók ongantíð studentsprógv, fólk, ið vildu honum væl, stygdi hann frá sær við hástórum atburði, og hann doyði í størstu armóð í    1870.
 
BÓKMENTAVERK:
Tað er ikki stórvegis, hann legði úr hondum. Vit nevna »Danske og færøske samtaler« 1846, »Førja-ríman« 1847, »Ravnatátturin, en färøisk   folkesang«   1851.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo