Johan Hendrik Weyhe (1706-1770)

Í stórum eldsbruna í Keypmannahavn í 1728 fer fyrsta føroyska mállæruhandritið fyri skeyti

Høvundurin:
Hann varð borin í heim á Steig í Sandavági í 1706. Aftan á barna-og ungdómsár fór hann til Danmarkar at lesa og gjørdist studentur úr Sorø í 1725. Hann fer so at lesa til prest.

Í lestrarárunum í Keypmannahavn fæst hesin maður við at skriva føroyska mállæru, sum liggur greið í handriti fyri 1728, tí keldur siga okkum, at handritið ferst í stóra eldsbrunanum í Keypmannahavn hetta árið. Einki vita vit um, at maðurin helt fram við sínum málsliga starvi.

Hann gerst prestur í Suðuroy í 1734 og situr í hesum starvi til 1745, tá hann fær embæti í Havn. Her situr hann til 1763, og hann doyr í 1770.

Bókmentaverk:
Eftir hann er til eitt prædikusavn á donskum: »Nogle vigtige Troens Articler, forestillede udi sytten Prædikkener (1733).

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 

 
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo