• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Flaggdagur verður hildin 25. apríl at minnast at bretska stjórnin seint á kvøldi tann 25. apríl í 1940 í BBC útvarpi gav boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyska flagginum "Merkinum".

Longu í 1919 varð "Merkið" fyrstu ferð borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn.

Í 20-árunum fóru fólk at flagga við "Merkinum", og hóast tað ikki var loyvt at brúka "Merkið", so vant tað upp á seg í 30-árunum.

Hetta hevði við sær  flaggstríð í Føroyum, sum vardi øll árini, til Føroyar varð hertikið av bretum í 1940.

Tann 9. apríl varð Danmark hertikið av týskarum, og longu sama dag flaggaði sluppin "Eysturoyggin" við "Merkinum".

Føroyar varð hertikið av bretum 13. apríl, og bretar góðtóku ikki, at føroysk skip sigldu undir "Dannebrog".

Danski amtmaðurin, Cai A. Vagn-Hansen, vildi ikki at føroyingar skuldu flagga við "Merkinum" og skeyt upp at brúka eitt grønt flagg við hvítum krossi.

Tá hesi tíðindi bórust, varð skipað fyri fólkafundum og kravgongum í Havn, og tann 25. apríl komu so endaligu boðini í BBC, um at føroysk skip skuldu flagga við føroyska flagginum.

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð "Merkið" viðurkent av dønum sum tjóðarflagg føroyinga.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017