• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan er um føstu og føstulávint. Á síðuni er stutt frágreiðing um hvat føstulávint er, um hví vit halda føstulávint, um siðvenju o.a.  

Á temasíðuni er eisini ymiskt tilfar úr bókum o.ø. sum kann brúkast í undirvísingini.

Temasíðan vendir sær til lærarar og næmingar í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Seyma ein drekabúna

Heimagjørdi drekabúnin er gjørdur úr gomlum klædnastykkjum, skúmgummi og tundri. Sára Gullfoss hevur designað og seymað drekabúnan.

Trýst á myndina omanfyri at síggja hvussu búnin verður gjørdur.

Andlitsmáling

Skúlabókasøvnini eiga helst onkra bók við uppskotum og góðum ráðum, tá vit brúka andlitsmáling á føstulávint. Umhvørvisstovan hevur gjørt ein faldara um føstulávint og sminku. Har verður upplýst um skaðilig evni, sum kunnu vera í andlitsmáling.

Niðanfyri er vegleiðing um hvussu tú kanst mála andlitið á føstulávint. Hetta eru skjót og bílig grýluhugskot. 

 

Føstulávint í 1992

Tær klippa grýluskortar, og tríggir klovnar smyrja seg við andlitsmáling, og lata seg í. Brotið er úr Barnaløtuni í Kringvarpinum á føstulávint í 1992

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017