• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan er um føstu og føstulávint. Á síðuni er stutt frágreiðing um hvat føstulávint er, um hví vit halda føstulávint, um siðvenju o.a.  

Á temasíðuni er eisini ymiskt tilfar úr bókum o.ø. sum kann brúkast í undirvísingini.

Temasíðan vendir sær til lærarar og næmingar í grunddeild, miðdeild og hádeild.

 

Heimstaðarlæra og føstulávint

Grindalokkur, s. 42-43

Grindalokkur er bókaheild til heimstaðarlæru í 1. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, arbeiðsbók og lærarabók.

Á s. 42 og 43 í næmingabókini eru myndir av grýlum og tunnusláing. 

At tosa um í flokkinum:

  • Hvar fáa vit tunnur at sláa?
  • Fyrr vóru nógvar tunnur til. Hví?
  • Greið frá, tá tit sláa tunnu.
  • Hví munnu vit sláa tunnu?
  • Hevur tú nakrantíð gingið grýla?
  • Hvussu vart tú klødd?
  • Hví munnu vit ganga grýla?
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017