• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan er um føstu og føstulávint. Á síðuni er stutt frágreiðing um hvat føstulávint er, um hví vit halda føstulávint, um siðvenju o.a.  

Á temasíðuni er eisini ymiskt tilfar úr bókum o.ø. sum kann brúkast í undirvísingini.

Temasíðan vendir sær til lærarar og næmingar í grunddeild, miðdeild og hádeild.

Tunnusláttur í Sumba

Tunnusláttur er elligamal siður í Sumba. Tað skrivar heimasíðan hjá Sumbiar kommunu  Upplýst verður, at tunnuslátturin í er bæði fyri kvinnur og menn, eina tunna er fyri menn og ein er fyri kvinnur. - Í ár var luttøkan eisini stór. 36 mans vóru um at sláa tunnuna hjá monnum, og 15 kvinnur slóðu tunnuna hjá kvinnunum. Byrja var kl. 13.00 í samkomuhúsinum síðan var marsjerað heim á Ólafløtt, har tunnuslátturin hevur verði hesi seinastu árini, skrivar kommunan á heimasíðuni og upplýsir, hvør bleiv kattakongur hjá monnunum og kattadrotning hjá kvinnum. Tunnuslátturin var liðugur kl. 18.30. Ein tíma seinni byrjaði føstulávintshaldið í Samkomuhúsinum, har 110 fólk høvdu teknað seg. Hildið var áfram til langt út á náttina, sigur kommunan á heimasíðuni.

At kjakast um í flokkinum, eftir at tit hava sæð filmin niðanfyri:

  • Hvar í landinum er Sumba?
  • Hvussu eru fólk ílætin, tá tey sláa tunnu har?
  • Eru bæði kvinnur og menn við?
  • Lýsið huglaði. Hvønn týdning man hetta tiltak hava fyri trivnaðin í bygdini?
  • Hvussu nógv munnu búgva í Sumba?
  • Hyggið á heimasíðuna hjá kommununi eftir bygdunum, sum eru í kommununi. Finnið myndir frá føstulávintshaldi í Sumba.
  • Høvdu tit viljað búð har?

Sildatunnur í Vági

Tá sild varð fiskað undir Føroyum í 60’unum, varð hon løgd í tunnur og saltað. Tí vóru virki, sum gjørdu sterkar tunnur. Uttaná tunnunum vóru gjarðir, sum børn kundu fáa at spæla við. Við einum pinni rullaðu tey gjørð eftir vegnum. Á myndini síggjast skúladreingir leggja sild í tunnur í Vági. Við bryggjuna liggur eitt sildaskip við hjalli at halda øllum tunnum. Í dag verða tunnur oftast keyptar í handli at sláa á føstulávint.

At tosa um í flokkinum: Hvussu ávirkar vinnulívið okkara siðir? 

Mála tunnu við flokkinum

Keyp eina tunnu nakað fyri føstulávint.

Být tunnuna sundur í partar, alt eftir hvussu nógvir næmingar eru í flokkinum. Næmingarnir skulu nú prýða sítt øki á tunnuni. 

Minst til at gera pappírskladdu áðrenn tit mála á tunnufjalarnar!

Tunnuvirkið í sildatíðini

Leivur Christiansen ger eina tunnu sum í gomlum døgum, tá sildavinnan var í hæddini á Tunnuvirkinum á Vestaru bryggju í Havn. Tá varð ein tunna gjørd um minuttin. Carsten Arnskov tók upp í 1985. Brotið er úr sendingini Á Sýnini á føstulávint í 1985.

Tunnusláttur í skúlanum

Her er tunnusláttur í gomlu fimleikahøllini í Tórshavnar Kommunuskúla í 2015. Flokslærari er Tonnie Strøm. Vit síggja, hvussu tunnan er málað, og hvussu børnini eru klødd henda skúladag. Og so síggja vit eisini krúnuna, sum kattakongurin fær. Brotið, sum varir 1 minutt, varð víst í Degi og Viku í Kringvarpinum á føstulávint í 2015.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017