• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eplafestivalur og kirkjan

Kirkjan er partur av skránni á Eplafestivali heima á Sandi. Presturin, Havstein Klein, sigur, at nú heystið er í hondum og slaktið er fyri, verður skipað fyri heysttakkargudstænastu. Hann sigur, at Sands bygd er landbúnaðarbygd burturav, nógv verður velt, epli, korn, røtur og annað grønmeti. Oktober er mánaðurin, tá ið slaktið er, og á Sandi er nógvur seyður, og menn eru spentir at vita, hvør ið eigur tann størsta veðrin og tyngsta lambið. Leygarkvøldið møta vit í kirkjuni, har børn fara at bera grøðina fram í kór, so vit síggja ein part av henni, sum vit fara at takka fyri, sigur prestur.

Uppgávur:

1 Greið frá, hvat hendir í kirkjuni, tá takkargudstænastan er. Hvar eru vit, hvat síggja vit og hvør tekur lut?

2 Fyrsti sálmur er ”Nú hvíta tindar”. Hví er tann sálmurin valdur til hetta høvið? Eru aðrir sálmar í Sálmabókini, ið eisini kundu verið valdir til hetta høvið?

3 Hvør er frágreiðingin hjá presti, at hava eina takkargudstænastu henda dag?

4 Ber saman við amerikansku og kanadisku siðvenjuna at hava Thanksgiving.

5 Er nakar sálmur, sum minnir okkum á týdningin at siga takk?

6 Tosið í flokkinum um júst hesa takkargudstænastu. Er tað rætt, at børn sleppa at bera epli og grønmeti inn í kirkjuna? Eru tit samd við presti?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017