• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eplafestivalur

Eplafestivalur er heima á Sandi um heystið. Í 2017 er Eplafestivalurin leygardagin 30. september. Har ber til at royna epli og grønmeti, ið eru velt í oynni, keypa og síggja, hvussu ymiskar vørur verða gjørdar, og at tosa við tey, ið fáast við jørð og kríatúr. Dagsskráin er long og umfatandi, m.a. við kappingum, takkargudstænastu, heystgildi og dansi.

Fyri Kringvarpið gjørdi Eir í Ólavstovu sending frá Eplafestivalinum í 2016. Sendingin, sum varir 15 minuttir, sæst her.

Til høgru er Pól Jóhannis Hentze. Hann er úr Trøðum og selur epli, røtur og kál.

 

Uppgávur:

1 Lýs umhvørvið, soleiðis sum vit síggja tað. Hvar eru vit og hvat síggja vit?

2 Hevur tú verið til nakað líknandi tiltak í Føroyum ella aðrastaðni? Um so er, skriva eina stutta frásøgn og finn eina mynd frá tiltakinum.

 

3 Tak støðu til týdningin, sum tílík tiltøk kunnu hugsast at hava.



 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017