• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heyst í køkinum

Nú eru vit farin inn í køkin við teim eplum og tí grønmeti, sum vit tóku upp í urtagarðinum. Vit hava alt í einum fati. Vit koyra kranan frá og skola moldina av øllum, sum vit hava tikið upp, meðan vatnið rennur. Umráðandi er, at epli og skitið grønmeti ikki kemur í samband við kjøt, tá vit gera mat. Tá kunnu bakteriur koma í kjøtið, sum vit fáa magaeitran av. Filmurin varir í 5 minuttir.

 

Uppgávur

Hvussu vita vit, um vatnið er reint?
Hvør týdningur er at hava atgongd til reint vatn?
Hava øll í heiminum atgongd til reint vatn?
Hvørji amboð brúkar Pól, nú hann er í køkinum?
Hvar og hvussu leggur hann alt frá sær?
Hvat skulu eplini og grønmetið brúkast til?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017