• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Heystið, bara í myndum

Gunvá Mortensen er ritstjóri í Námi. Her greiðir hon frá um heystið, sum tað sæst í bókini Grindalokkur (Nám 2008).

Grindalokkur er fyrsta av trimum bókum til heimastaðarlæru. Tað sjáldsama er, at í øllum trimum bókunum eru bara myndir og ikki eitt einasta orð at lesa. Í innihaldi fylgir bókin skúlaárinum. Í tí partinum í bókini Grindalokkur, sum viðgerð heystið, síggja vit myndir av eplum, seyði, fletting, ull, illveðri, haru og kópi. Til allar tríggjar bøkurnar í heimstaðarlæru eru arbeiðsbók og lærarabók.

Uppgávur:

1 Kennir tú nakra aðra bók enn hesa, sum er uttan orð?

2 Blaða í bókini Grindalokkur frá bls. 12 til bls. 19. Skriva upp, tær hendingar og tey viðurskifti, sum tú sært á hesum blaðsíðum. Er uppskriftin umboðandi fyri tað, sum vit nevna “heyst”?

3 Skriva ein frístíl, sum hevur yvirskriftina “Heyst”. Frístílurin skal vísa á ítøkilig viðurskfiti, sum tú sært í bókini Grindalokkur, men skal eisini fara víðari og meta um at heysta og at sáa.

Uppgávur um heystið: set inn

Lærarabókin um heystið: set inn

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017