• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Í urtagarðinum

Tað er fyrst í september. Vit eru farin í urtagarðin hjá Pól Jespersen í Havn at vita, hvussu gróðurin er nú heystið er komið. Pól vil hava epli, røtur og krydd til matin og rabarbur til ymiskt omaná. Saman við Pól fara vit at vita, hvat er undir slokkunum og hvussu gróðurin er, tá hann tekur upp. Filmurin varir í 5 minuttir.

 

Uppgávur:


1 Hvørji amboð hevur Pól við sær í urtagarðin?

2 Hvat tekur hann upp úr moldini?

3 Hvat brúkar hann tað, sum hann tekur upp, til?

4 Hvussu metir Pól, um kryddið smakkar og angar nóg væl?

5 Hava tit urtagarð ella veltu heima?

6 Hevur tú nakrantíð tikið nakað upp úr moldini í urtagarðinum ella veltuni hjá tykkum?

7 Um so er, hvat hevur tú brúkt tað til?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017