• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Jón Svein filmar árstíðirnar

Úr stovuvindeyganum hevur Jón Svein Heinesen filmað heystið og allar hinar árstíðirnar í tíðarlopum.

- Tað er bara stuttligt, um onkur kann fáa gleði av hesum, sigur Jón Svein við Snar og leggur afturat, at upptøkan er deild meiri enn 500 ferðir og fleiri enn 40.000 hava hugt.

Jón Svein brúkti eitt GoPro 4 Black upptøkutól, sum hann festi innan á stovuvindeygað.

- Av tí at GoPro battaríið bara klárar um leið 90 minuttir, so setti eg eina streymforsýning til. GoPro tólið hevur innstilling til TimeLapse, so tað er bara at stilla, hvussu ofta myndir skulu takast. Eg valdi eina mynd fyri hvørji 30 sekund, sigur Jón Svein, sum tendraði upptøkutólið beint áðrenn kl 8 um morgunin og sløkti aftur, tá tað bleiv myrkt, um kl 21.30. So tók hann myndirnar inn í forritið GoPro Studio, sum frítt kann takast niður frá GoPro á netinum.

- Av tí at myndirnar eru tiknar í UltraWide, blíva tær eitt sindur skeivar, nakað sum “Fish Eye”. Hetta er lætt at rætta í GoPro Studio. Síðan trimmaði eg byrjan og enda og gjørdi feyd inn og feyd út. Tað einasta, sum eg havi stillað eitt sindur uppá, eru kontrast og litir. Tað er ikki nógv, men eitt lítið vet sterkari lit og eitt lítið vet meira kontrast. Myndirnar eru tiknar í 4K upploysn, 8.4 megapixel. Video er eksporterað í Quicktime mov formati, full HD 1920 x 1080. Til stuttleika kann eg nevna, at eg hevði sett myndatólið upp dagin fyri og helt meg hava tendraði kl 8. Tá eg sløkti um kvøldið, fann eg útav, at eg hevði ongantíð trýst á start. So feilir kunnu henda. Men eisini tí kunnu vit læra av. Men kanska var akkurát tað gott. Tí dagin eftir var veðrið so skiftandi, umleypandi, sum aldri áður, sigur Jón Svein.

Vit takka fyri uppskriftina.

Saman við kønum lærara kunnu tit royna at seta eitt web kamera upp í skúlanum. Minnist til at útsýnið skal verða nyttugt fyri lærugreinina. Og so skal tað vera lógligt eisini. Ikki er loyvt at filma fólk móti teirra vilja. Við einum web kamera er hent at fylgja við nátturuni, so vit kunnu síggja hvussu grasið grør og hvussu ymsir litirnir eru.

Góða eydnu!

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017