• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sálmur um heystið

Í Sálmabók Føroya Kirkju eru partar, har sálmarnir er valdir eftir tí evni, teir eru um. Ein partur er um nýggjár og árstíðir. Sálmur nummar 541 er um heystið og tíðina, tá fyrsti kavin kemur. Syngið sálmin úr Sálmabókini.

 

Sálmur 541

 

Nú hvítna tindar fjøllum á,

og gulnar gras í dali,

hitt síðsta tjaldrið landi frá

fleyg burt við túsundtali.

 

2. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,

tað er nú tómt og oyðið,

har ikki sæst eitt fuglakykt,

ei heldur meir á heiði.

 

3. Har sátur stóðu fram við á,

er alt nú snøgt og nakið,

og epli, røtur, hvørt eitt strá

er komið undir takið.

 

4. Har summargrøna velta var,

bert slokkastrúgvar spjaddir,

á bø er komið lamb og ær,

tí kalt er millum hæddir.

 

5. Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav

av bøi og av fjalli,

og alt, sum ført varð yvir hav,

og tað, sum er í hjalli.

 

6. Takk fyri hetta árið við

og alt á sjógv og landi.

Tú yvir vaksin lýs tín frið

og hvønn ein pilt á sandi!

 

7. Tey renna skjótt tey stuttu ár,

til heim tú manst mær boða;

og eftir vetur kemur vár

við sól og fjallaroða.

 

8. Og eina ferð vit fáa boð,

tá síðstu ferð vit anda.

Úr heiminum vit fara so,

hjá tær um ævir standa.

Grundtvig 1844. Robert Joensen (leysliga).
Lag: Sl. 243.

Torfør orð:
fuglakykt skaldskaparorð sum merkir fuglur av øllum sløgum
slokkastrúgvur er fløkt rúgva av slokkum í eplaveltu.
fjallaroði er gylti liturin, sum sæst á fjøllum, tá sólin setur ella rísur.


Uppgávur:

1 Vit syngja sálmin úr Sálmabókini.

2 Sálmar brúka ofta myndamál, sum ikki er ítøkiligt. Tá ber illa til at tekna tað, sum verður nevnt. Hvussu er við hesum sálmi? Finn blýantin fram og brúka eitt fotokopi av sálminum. - Eru ítøkilig fyribrigdi, sum vit kunnu seta striku undir, meðan vit innantanna lesa øll átta ørindini í sálminum?

3 Hvørjum takkar skaldið fyri ávøkst á landi og sjógvi?

4 Í báðum teim seinastu ørindunum skiftir sálmaskaldið sýni. Hvat merkja árstíðirnar nú?

5 Hvør hevur týtt sálmin? Er týðarin kendur í sambandi við heystið og tað, sum vanliga fer fram í øllum landinum um heystið?


Um sálmin:

N.F.S. Grundtvig yrkti sálmin í 1844, og Robert Joensen føroyskaði hann í 1942.

Nikolai Frederik Severin Grundtvig (1783-1872), háskúlamaður, sálmaskald, prestur og rithøvundur, legði í sínum virki dent á, at tað er týdningarmikið at liva lívið á jørðini í gleði og sóma.

Grundtvig vaks upp í Udby, men varð longu 9 ára gamal sendur í skúla í Thyregod við Vejle. 15 ára gamal fór hann í latínskúla í Aarhus, og síðan fór hann undir gudfrøðilesnað í Keypmannahavn.

Grundtvig hevur yrkt á leið 1500 sálmar, tann fyrsti var barnasálmurin "Fagur himin er at sjá", sum hann yrkti í 1811. Meginpartin av sálmaskaldskapi hansara er frá 1830-árunum.

Robert Joensen (1912-1997) var kommunuskrivari í Klaksvík, arbeiddi við fólkalívsfrøði og varð útnevndur heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum í 1990.

Robert tók preliminerprógv og studentsprógv í Danmark og las eitt skifti gudfrøði í Aarhus og Keypmannahavn. Men tá seinni heimsbardagi brast á, var hann staddur í Føroyum og slapp tí ikki aftur til Danmarkar at gera lesturin lidnan.

Best kendur er hann fyri bøkurnar um føroyskt fólkalív, t.d. um seyðahald, útróður, veitsluhald og annað í føroyskari siðsøgu. Í 1969 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, í 1974 gjørdist hann riddari av Dannebrog, og í 1990 gjørdist hann heiðursdoktari við Fróðskaparsetur Føroya.

(Úr: Sýni & Dýpi 1, Nám 2014)


Um týðingina:

Robert Joensen sigur sjálvur, at hann sum ungur í Danmark, úti á landinum, mangan var við til tað, sum kallað verður 'Høstgudstjeneste', tá kornskurðurin var komin til høldar. Eitt bundi stóð við hvønn kirkjustól, og sálmurin 'Nu falmer skoven trindt om land' varð sungin. Hann var hugtikin av hesum, og hevur óivað verið við til at geva íblástur til hesa frálíku umyrking."

(Úr: Niels Juel Nolsøe, Ljómur fimti, 1989)

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017