• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sonja um Seyðabókina

Sonja Kjølbro sigur frá Seyðabókini, sum byggir á tilfar, sum Robert Joensen (1912-1997) hevur savnað. Fremst í bókini kunnu vit lesa um Robert, og hvussu hann savnaði tilfarið um seyð. Sonja og hennara forlag hava gjørt bókina snøgga og modernaða við nógvum myndum, sum føroyskir fotografar hava tikið. Eisini er ein plakat teknað, sum sýnir hvussu partarnir á krovinum eita, tá krovið er skorið sundur. Bókafrásøgnin hjá Sonju varir 3 minuttir.

 

Uppgávur

1 Hvør var Robert Joensen, nær og hvar livdi hann?

2 Hvønn týdning hevur tað fyri okkum, at tey gomlu siga okkum frá um at ganga á fjall og at fletta?

3 Er tað rætt at drepa fitt lomb, bara fyri at vit skulu sleppa at eta? Kunnu vit ikki eta okkurt annað?

4 Tosið saman um at síggja blóð og slakt. Hava øll í flokkinum sæð blóð og slakt?

5 Summi okkara eta ikki kjøt. Tosið um at virða hesi okkara, ið ikki eta kjøt.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017