• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Vit skera korn

Hvørt ár og fram til miðjan september bjóðar Fornminnissavnið skúlaflokkum at velta í bønum við Útisavnið í Hoyvík. Í vár hava seks flokkar sátt. Nú eru vit um miðjan september. Meðan ein miðnámsflokkur úr Hoydølum er farin at skera kornið, sum er búgvið, gera vit fimm stuttar lummafilmar við telefonini.

Regin Debess, sum er savnsleiðari, sigur, at í ár hava seks flokkar tikið av tilboðnum at velta í bønum við Útisavnið í Hoyvík. Teir eldru flokkarnir úr Hoydølum veltu korn, meðan tveir yngri flokkar frá Skúlanum við Løgmannabreyt sáddu radisur og røtur, og hava setti niður epli.

Her greiða miðnámsnæmingarnir úr Hoydølum frá, hvat tey gera í kornakrinum við Útisavnið í Hoyvík.

 

 

Her síggja vit hvussu kornið verður savnað í bundi og lagt á bøin

Á hesum teigi hava tveir flokkar úr Skúlanum við Løgmannabreyt velt seksraðað bygg, sum skjótt er búgvið at skera, sigur Regin Debess, sum 14. september greiðir frá um kornið.

Uppgávur

  1. Hvar í Føroyum eru vit?
  2. Hvør er árstíðin, nú flokkarnir skera korn?
  3. Hvat slag av korni er talan um?
  4. Hvaðan er kornið komið?
  5. Hvat fæst úr korni? 
  6. Hvat er amboðið, sum skorið verður við?
  7. Hvørjar sangir kennur tú, sum eru um heystið?


 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017