• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Á hesi temasíðuni um jól og undirsíðunum eru tilfar og slóðir, sum hava við jólini at gera, savnaðar á einum stað. Hava tit jólatilfar liggjandi og hava hug at leggja tað á Snar, eru tit vælkomin at senda tað til snar@snar.fo. Eisini eru tit vælkomin at senda okkum góðar jólaslóðir.
 

Pappírsketa við jólanissum

Klipp eina pappírsál til hvønn næming. Pappírið kann t.d. vera reytt...

8-kantað stjørna

Støddfrøðiligt endamál: At næmingarnir fáa royndir í at viðgera areal, skap, symmetri,vinklar og at snara skap.

Fraktalstjørna:

Ein fraktalur er ein uppbýtt strika/kurva ella uppbýttur flati, har hvør lítil partur hevur sama skap sum heildin. Eitt dømi um hetta kundi verið eitt blómkálshøvd. 

Stjørna av sirklum

Hetta virksemið kann vera brúkt ímillum allar aldursbólkar, men støddfrøðiligi høvuðsdenturin eigur at verða lagdur soleiðis, at hann samsvarar aldrinum.

Ellipsuskapað passepartout:

Ellipsan er løtt at tekna. Legg eitt pappír á eina plátu ella annað undirlag. Fest ein tráð millum tvær teknistiftir og set stiftirnar fastar...

Jólakort við symmetri

Skapið skal hanga saman í kantinum, sum boygt verður um. Kortið verður symmetriskt. Kanturin er symmetrilinja...

 

Aðrar jólauppgávur

Ymsar smærri uppgávur til undirvísingina í støddfrøði. 

Bólka eftir:

Her er ein uppskrift at gera eina jólastjørnu við at líma pyramidur á eitt avskorið oktaetur.

Pyramidur

Avskorið oktaetur

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017