• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Á hesi temasíðuni um jól og undirsíðunum eru tilfar og slóðir, sum hava við jólini at gera, savnaðar á einum stað. Hava tit jólatilfar liggjandi og hava hug at leggja tað á Snar, eru tit vælkomin at senda tað til snar@snar.fo. Eisini eru tit vælkomin at senda okkum góðar jólaslóðir.
 

Jólaleikir

Jólaleikur: Eingin jólaferia, men!
Eitt jólaspæl fyri øll. Tekstur og tónleikur: Leif Maibom. Umsett: Hans Nielsen. Sangirnar hava Målfryd Glerfoss og Gurið Trondheim umsett. Føroyskt prent á teldu: Kristoffur Olsen Kápumynd: Målfryd Glerfoss
Jólaleikur: Boðberin
Jólaleikur úr Brasilia eftir Elsbeth Walach. Leikurin er bygdur á Jóhs. 10,9: Eg eri dyrna, tann, ið fer inn gjøgnum meg, verður frelstur og skal ganga inn og ganga út og finna føði.
Jólaleikur: Vísmenninir
Eftir Lis Langberg Hansen.   Jólakantata fyri barnakór, 2 blokkfloytur, klaver ella urgu og bass ad libitum.   Í kantatuni er upplestur úr evangeliinum eftir Matteus.
Jólaleikur: Jól hóast alt
10 leikarar.   Sangir við nótum
Jólaleikur: Eitt jólævintýr
Vættrar, jólamaður, kongur, kongsdóttir, trøll – snøgt sagt alt, sum krevst av einum røttum ævintýri.   Pallmyndin skiftir fýra ferðir.   11 leikarar og nógv børn, sum eru brúdleypsgestir, tá ið leikurin endar.
Jólaleikur: Ikki stundir til...
Eftir Ove Vith   18 leikarar (kunnu samanfatast)   Um jólamannin, ið er so upptikin av einari røð í sjónvarpinum, at hann als ikki hevur stundir at skipa fyri jólasták­anini og um, hvussu vættrarnir fingu hann aftur á beint.   Sangir til kend løg.
Jólaleikur: Men tað hendi í teimum...
Eftir Frode Bay.   Hátíðarligur jólaleikur í fýra pørtum um Kristi føðing – til pall ella kirkju.   Pallmyndirnar kunnu gerast heilt einfaldar.   12 leikarar og kór.
Jólaleikur: Krubbuspæl
Sangleikur um jólaevangeliið.   Kendir jólasangir eru partar av leikinum.   11 ymiskar røddir (kunnu ganga aftur).
Jólaleikur: Minsti eingil
Jólaleikur um minsta eingil, sum ikki er so væl sæddur millum hinar einglarnar   12 ymiskar røddir (kunnu ganga aftur).   Kendir jólasangir eru partur av leikinum.   Katarina Nolsøe skipaði til leik eftir søgu hjá Mariusi Johannesen
Jólaleikur: Jólarok
Leikur um vanligt kvøld heima hjá einum húski við trimum ættarliðum undir somu lon. Tey keglast um hvønn tónleik tey skulu hoyra, og hvat tey skulu síggja í sjónvarpinum. 7 leikarar.
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017