• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Á hesi temasíðuni um jól og undirsíðunum eru tilfar og slóðir, sum hava við jólini at gera, savnaðar á einum stað. Hava tit jólatilfar liggjandi og hava hug at leggja tað á Snar, eru tit vælkomin at senda tað til snar@snar.fo. Eisini eru tit vælkomin at senda okkum góðar jólaslóðir.
Jólatónleikur
Í skúlanum eru jólini merkt av sangi og tónleiki. Á Spotify kunnu vit ókeypis stroyma og lurta eftir mest sum øllum sangi og tónleiki, sum til er. Vit kunnu leita sangir fram og goyma teir í eini mappu, sum vit kunnu kalla jól. Tað kann verða hent, tá vit skulu venja ein sang til jólahaldið, ella bara til hugna, tá vit møtast at klippa og gera jólapynt. Til ber eisini at venja flokkin at leita í savninum hjá Spotify, og so geva hvørjum einstøkum næmingi til uppgávu, at finna ein nýggjan jólasang til eitt ávist høvi nakrar ferðir í advent. Sangir hjá føroyska plátufelagnum Tutl eru eisini á Spotify. Her er dømi um eitt savn við jólasangum á Spotify: .
 

Jólasangir

Barnajólasangir við nótum
20 barnajólasangir við nótum - Á barnaárum ungu - Av einglamunni komu boð - Her í hesi vættrastovuni - Jólaaftan - Jóla-kalypso - Jólarappið - Jólatræið - Kavaborgin - Kova-samba - Nú er desember komin - Nú liggur ein kavafonn - Pynta jól...

Lær tey yngstu børnini nøkur ensk orð við jólasangum frá SuperSimpleLearning.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017