• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hvat er Barnarættindasáttmálin?


Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli. Hetta er eitt slag av lóg, sum tey flestu lond hava góðkent skal vera galdandi í teirra egna landi. Í Barnarættindasáttmálanum eru týdningarmiklar reglur um rættindi hjá børnum. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár uttan mun til kyn, húðalit, mentan ella átrúnað.




Barnarættindasáttmálin hjá ST er frá 1989. Føroyar skrivaðu undir sáttmálan í 1992. Tað merkir, at myndugleikarnir í Føroyum, t.e. kommunur, barnaverndir, politi, skúlar, o.s.fr., skulu halda tað, sum stendur í honum. Her kanst tú lesa eina stytri útgávu av barnarættindasáttmálanum.

Les meira 

Umboðsmaðurin


Hóast øll børn í heiminum hava fingið ein Barnarættindasáttmála, verða rættindi hjá børnum ikki altíð vird, heldur ikki í Føroyum. Løgtingið hevur tí gjørt av, at aftaná 1. oktober í 2014 skal Løgtingsins umboðsmaður hava eitt serligt eftirlit við, at føroyskir myndugleikar halda rættindini hjá børnum og ungum. Børn og ung skulu sleppa at taka lut og siga sína meining, soleiðis at øll børn, sum vaksa upp í Føroyum, hava møguleika fyri at hava tað trygt og gott í uppvøkstrinum.


Lógargrein 12 í Barnarættindasáttmálanum snýr seg um rættin hjá børnum at siga sína meining, soleiðis at tey kunnu hava ávirkan á sítt egna lív.


Fyrr høvdu børn í teimum ymsu londunum í verðini ógvuliga ymisk rættindi. ST – Sameindu tjóðir - er ein altjóða felagsskapur, sum varð settur á stovn í 1945, beint eftir seinna heimsbardaga, fyri at forða fyri fleiri kríggjum í heiminum. 

Í Barnarættindasáttmálanum eru 54 lógargreinir. 41 av teimum snúgva seg um rættindi hjá børnum. Tað er týdningarmikið at minnast til, at saman við rættindunum fylgir eisini ein ábyrgd at virða rættindini hjá øðrum. 


Lógargrein 13 í Barnarættindasáttmálanum snýr seg um framsøgufrælsi. Børn hava framsøgufrælsi og kunnu leita upp, taka ímóti og lata frá sær upplýsingar og áskoðanir bæði munnliga, skrivliga, sum list ella á ein og hvønn annan hátt.


Í lógargreinunum 9 og 18 stendur, at eitt barn hevur rætt til at búgva saman við sínum foreldrum uttan so, at tað ikki er gott fyri barnið. 


Í nøkrum familjum verða foreldrini skild. Hjúnaskilnaður er ein stór broyting í familjulívinum. Men hóast foreldur verða skild ella ikki búgva saman, so hava børnini rætt til at hava samband við bæði foreldrini. 


Lógargrein 16 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn hava rætt til privatlív. Hetta eiga eisini foreldur at virða.

Lógargrein 19 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn hava rætt til verju ímóti øllum sløgum av kropsligum og sálarligum ágangi og harðskapi, vanrøkt ella misbrúki. Tað eru fleiri sløg av harðskapi.

Lógargrein 24 í Barnarætindasáttmálanum snýr seg um, at børn hava rætt til best møguliga heilsustøðu og at fáa heilsuhjálp, um tey eru sjúk og viðbrekin kropsliga ella sálarliga. 

Lógargreinirnar 27 og 31 í Barnarættindasáttmálanum snúgva seg um fátækradømi. Børn hava rætt til virðilig lívskor, soleiðis at tey mennast, sálarliga, kropsliga, andaliga, siðalagsliga og sosialt. Børn hava eisini rætt til at spæla og hava frítíðarítriv.

Lógargrein 32 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn ikki mugu hava arbeiði, sum forðar teimum í at ganga í skúla, sum er vandamikið fyri heilsuna hjá teimum, ella sum misnýtir tey peningaliga.


Lógargrein 34 í Barnarættindasáttmálanum sigur, at børn skulu verjast ímóti øllum sløgum av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi.


Lívið er ikki altíð so lætt. Bæði børn og ung kunnu føla seg ótrygg, einsamøll og órættvíst viðfarin. Men tað er altíð onkur, sum kann hjálpa tær.


Á temasíðunum eru uppskot um evni, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Tað kunnu vera evni, ið knýta seg afturat skúlaárinum, so sum árstíðir og høgtíðir, ella evni sum happing og fólkaheilsa.


Á temasíðunum eru uppskot um evni, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Tað kunnu vera evni, ið knýta seg afturat skúlaárinum, so sum árstíðir og høgtíðir, ella evni sum happing og fólkaheilsa. 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017